Vil tosa um Kekenia

Líkt er til, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ætlar at sissa tey mongu, sum hava funnist at russisku framferðini í Kekenia.

Tá Putin kom á almenna vitjan í Týsklandi mánadagin, segði hann, at hann er sinnaður at tosa við onnur um, hvussu kreppan í Kekenia kann loysast. Putin segði, at hann hevði fingið eitt uppskot, sum millum annað ber í sær, at Týskland og ES skulu virka við til at loysa kreppuna í Kekenia. -Hesum uppskotinum kunnu vit taka undir við uttan fyrivarni, segði russiski forsetin.

Týskir embætismenn søgdu, at Putin sipaði til eitt uppskot, sum ein týsk sendinevnd hevði við sær til Moskva í november. Sambært embætismonnunum er ES sinnað at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa frið í Kekenia, og samveldið skal hava lovað russum fíggjarligan stuðul til økið í Kaukasus-fjøllunum.

Vitjanin hjá Putin í Týsklandi endaði í gjárkvøldið. Í Berlin hitti hann Gerhard Schrøder, kanslara, og teir tosaðu millum annað um forsetavalið í Ukraina. Sambært týskum talsmonnum lovaðu báðir leiðararnir at virða úrslitið av umvalinum, sum verður annan jóladag.