Vil tryggja kvinnum somu løn sum menn

Fer Henrik Old at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tryggja kvinnum somu løn sum menn fyri sama arbeiði?

– Hvussu ætlar Henrik Old at tryggja, at kvinnur fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði?

 

Tað er ein spurningur, Henrik Old, landsstýrismaður í javnstøðumálum og arbeiðsmarknaðarmálum, nú skal svara upp á.

 

Tað er Katrin Kallsberg, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og fyrrverandi forkvinna í Javnstøðunevndini, sum nú reisir spurningin í Løgtinginum. Hon vísir á, at í 2009 gjørdi Hagstovan eina kanning fyri Javnstøðunevndina, og úrslitið av tí var, at hjá tí almenna fáa kvinnur 2,9 prosent minni í løn enn menn fáa.

 

Og nú vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, um tað framvegis er munur á lønini hjá kvinnum og mommun á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Og vísir tað seg, at hesin munurin er framvegis, skal Henrik Old greiða frá, hvørji stig hann ætlar at taka fyri at tryggja kvinnum somu løn sum menn. Í hesum samband skal Henrik Old greiða frá um hann ætlar at gera sum íslendingar, nevniliga at fáa eina lóg samtykta sum tryggjar kvinnum á arbeiðsplássum við yvir 25 fólk í starvi, somu løn sum menn fyri sama arbeiði.

 

Katrin Kallberg heldur, at hetta átti at verið so sjálvsagt. Men hon er eisini sannførd um, at einasti máti at røkka endamálinum, er at gera tað við lóg. Eitt dømi um tað er barnsburðarfarloyvi til pápar í Íslandi tí har varð tað ásett við lóg, at pápar skulu fara í barnsburðarfarloyvi í tríggjar mánaðir og tað vísti seg at vera tað, ið kavdust fyri at fáa íslendingar at broyta hugburð til barnsburðarfarloyvi til pápar.