Vil verða næsti føroyingurin at vinna X Factor

Fríggjakvøldið byrja tey sonevndu live-showini í donsku X Factor kappingini. Ein av luttakarunum er Sigmund Trondheim, sum hevur føroysk ættarbond. Hann er ein sangarunum í tí yngra bólkinum, sum Sanne Salomonsen tekur sær av.

Sigmund skal í sínari fyrstu framførslu syngja ”Love Runs Out” hjá amerikanska poppbólkinum OneRepublic, og hann ætlar at ganga í fótasporunum hjá Lindu Andrews, sum vann X Factor í 2009.

– Linda Andrews motiverar meg sera nógv. Hon sang framúr væl og hevði uppiborið at vinna X Factor. Hon er vøkur og hevur sjálvsálit. Eg vóni, at eg verði tann næsti føroyingurin at vinna X Factor, so at eg kann fáa fólk í Føroyum at góðtaka, at tað er í lagi at vera klikkaður, løgin og samkyndur, segði Sigmund Trondheim við Ekstrablaðið herfyri.

X Factor verður sent á DR1 fríggjakvøldið kl. 19.00.