Vil vera fyrsti sendiharri í einum føroyskum ríki

Forsetin fyri íslendska Altingið hevur bara eitt ynski eftir, áðrenn hann heilt leggur frá sær

Steingrímur J. Sigfússon, sum er forseti fyri Altingið í Íslandi, var stórliga fagnaður, tá ið hann helt røðu á flokstingi hjá Tjóðveldi í gjár. Bæði hann, og Katrín Jacobsdóttir, forsetisráðharri í Íslandi, vóru við á Flokstinginum hjá Tjóðveldi.

 

Sjálvur hevur Steingrímur J. Sigfússon verið upp í politikki í 35 ár og hann ásannar, at nú fer hansara politiska lív at halla. Men hann sigur eisini, at tað er eitt einasta starv, sum hevði freistað hann so mikið, at hann hevði útsett pensjónistatilveruna.

 

Og tað ávísa starvið, sum hevði fingið hann at útsett pensjónistatilveruna, hevði verið at hann hevði verði fyrsti, íslendski sendiharrin í einum sjálvstøðugum og frælsum Føroyum, sigur hann.

 

– Stóð tað starvið mær í boðið, hevði eg bjóðað meg fram. Men so mugu tit skunda tykkum at taka loysingina, tí nú eri eg yvir 60 ára gamalur og nærkist av álvara pensjónsaldri, legði hann afturat.

 

Steingrímur J. Sigfússon hevur verið fleiri ferðir í Føroyum áður og veteranurin hevur ikki bara royndir úr íslendskum politikki, tí hann hevur havt fleiri álitisstørv altjóða politikki, bæði í Norðurlandaráðnum, Evroparáðnum, og aðrastaðni. 

 

Men hann leggur dent á, at tað er samstarvið í Útnorði, sum liggur honum næst á hjarta. Hann var sjálvur við at stovna Útnorðurráðið, saman við gomlu tjóðveldislegenduni, Erlendi Patursyni, og nógvum øðrum. Útnorðurráðið er eitt samstarv ímillum Føroyar, Ísland og Grønland.

 

Hann fortelur eisini, at í ár verður tað hátíðarhildið, at Ísland hevur havt sjálvstýrið í 100 ár. Í tí sambandi hevur hann bjóðað føroyska starvsbróðurin sínum, Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, til Íslands tann 18. juli, har altingsfundur verður undir opnum himli á gamla tingstaðnum, Thingvellir. Tað var nettupp 18. juli í 2018, at Altingið samtykti sjálvstýrislógina. Sjálvur Fullveldisdagurin er 1. desember 2018, tá ið lógin kom í gildi, og Ísland varð eitt sjálvstøðugt ríki.

 

Hann staðfesti, at tá ið íslendingar atkvøddu fyri loysing í 1918, var Ísland eitt hitt fátækasta landið í Evropa. Harafturat var júst 1918, tá ið íslendingar tóku loysing, eitt ræðuligt ár í Íslandi. 

 

Ísland var eitt hitt allar fátækasta landið í Evropa, og íslendingar vóru nógv verri fyri enn føroyingar. Fyrst var veturin so harður, at enn, dagin í dag, er kendur sum »Frostaveturinn Mikli« og tað er ein hin harðasti vetur, nakar veit um at siga í Íslandi. 

 

Sama ár gekk Spanska sjúka, sum kostaði túsundtals íslendingum lívið og harafturat fór stóra gosfjallið, Katla, at goysa.

 

– Men vit vunnu á øllum og tóku loysing kortini, og síðani hevur Ísland ment seg til at vera eitt av avgjørt ríkastu londum í heiminum, legði hann afturat.

 

– Tað er kanska ikki bara sjálvstýrinum fyri at takka, at vit eru vorðin eitt av heimsins ríkastu londum, tí kanska hevði tað gingist okkum væl kortini. Men vit hava í hvussu so er prógvað, at tað letur seg gera hjá einari fámentari og fátækari tjóð at taka loysing og at verða sjálvbjargin, sigur Steingrímur J. Sigfússon.