Vil vita hvørjir landsvegir verða asfalteraðir í ár

Eirikur í Jákupsstovu vil hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann, at greiða frá, hvørjir landsvegir verða raðfestir, nú játtanin til asfaltering hjá Landsverki er hækkað.

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um asfaltering og liðuggerð av landsvegum.

 

Hann spyr millum annað, hvørjir vegir verða umvældir og asfalteraðir av nýggjum í ár, hvussu Landsverk raðfestir vegirnar, og hvørji atlit verða nýtt í metingini.

 

Løgtingsmaðurin vil eisini vita, hvussu nógv tað kostar at gera landsvegin millum Klaksvík og Norðoyri og vegin millum tunnilsmunnan og bygdina í Kunoy lidnar.

 

Harumframt spyr hann, um peningur verður settur av til at gera byrgingina um Haraldssund lidna.

 

Eirikur í Jákupsstovu vísir á, at játtanin til asfaltering hjá Landsverki varð hækkað í seinasta samgonguskeiði. Samstundis vísir hann á ætlanina um at raðfesta vegin til Fámjins, nú Fámjinstunnilin er gjørdur.

 

Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi í dag, 13. august.