Vil vita um ætlanir eru um lóggeva alt tilfeingi til lands

Kim Durhuus, løgtingsmaður, hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni ein grein 52a spurning, har hann vil vita, um landsstýrismaðurin hevur ítøkiligar ætlanir um at lóggeva alt tilfeingi okkara til lands.

 

Teir tríggir spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ítøkiligar ætlanir um at lóggeva alt okkara

tilfeingi til lands?

2. Hevur landsstýrismaðurin verið í samskifti við vinnuna um málið?

3. Hvørjir stuðulsmøguleikar hevur landsstýrismaðurin at stuðla nýskapandi

ætlanum innan økið?

Í viðmerking til spurningin vísir Kim Durhuus á, at fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tað er umráðandi, at vit sum samfelag fáa mest møguligt avkast frá vinnuni.

– At virðisøkja okkara rávørur kann verða ein týðandi liður í at skapa fleiri størv í framtíðini og eisini birta undir hugin hjá ungum fólki at fáast við fiskivinnu í breiðastu merking – tað kann vera bæði í ídnaði, framleiðslu, gransking, sølu og so framvegis.

– Í nógv ár hevur verið tosað um, at vit eiga at fáa alt okkara tilfeingi til lands, soleiðis

at vit kunnu útvinna sum mest burtur úr øllum tí, vit taka úr havinum. Um Føroyar sum samfelag skulu fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi, er avgerandi, at hendan uppgávan verður tikin í álvara,s igur løgtingsmaðurin og heldur fram:

– Samstarv millum almennu Føroyar og vinnuna er ein loysn, sum avgjørt eigur at verða roynd.

Útflutningsvirðið kann økjast nógv, um rætt verður atborið. So gott sum alt, sum

kemur úr havinum, kann gagnnýtast og útflytast, sigur Kim Durhuus,løgtingsmaður.

Landsstýrismaðurin hevur tvær vikur at svara spurningunum.