Vil vita um mót­rokn­ing hjá fólka­pen­sjón­ist­um verður strikað

Tingmaður vil vita, um ætlanir er um at strika alla mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum

 

Tað er Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í almanna og bústaðarmálum, Margit Stóra, ein grein 52a fyrispurning um málið.

Hann spyr soleiðis:

1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at leggja fram lógaruppskot, sum strikar alla mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum – soleiðis at tað altíð loysir seg at arbeiða, eisini eftir pensjónsaldur?

2. Um ja: nær væntar landsstýriskvinnan, at Løgtingið fær eitt slíkt uppskot til viðgerðar?

3. Um nei: hvørjar eru høvuðsorsøkirnar til, at landsstýriskvinnan ikki vil strika mótrokningina, hóast tað er staðfest, at arbeiðandi pensjónistar eru ein virðismikil arbeiðsmegi og eitt týðandi íkast til samfelagið?

4. Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakrar metingar av, hvussu nógv fleiri pensjónistar væntast at arbeiða, um mótrokningin verður tikin burtur, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar hetta hevði havt fyri landskassan – bæði í brutto kostnaði og netto virknaði?

5. Hevur landsstýriskvinnan kannað royndirnar í øðrum londum, eitt nú Danmark, har mótrokning av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum er tikin av, og hvørjar niðurstøður eru gjørdar um arbeiðsvirkni, heilsu og trivnað hjá eldri borgarum?

Í viðmerking til fyrispurningin sigur Sámal Petur í Grund, at í dag verða pensjónistar, sum velja at arbeiða, framvegis mótroknaðir í pensjónini.

– Er hetta ikki ein vanvirðilig skipan, sum bæði revsar arbeiðsvirkni og ger tað minni lokkandi hjá eldri borgarum at brúka sínar førleikar og arbeiðsorku?

– Eru pensjónistar ikki ein virðismikil arbeiðsmegi, serstakliga í einum samfelagi sum okkara, har arbeiðsmegin er avmarkað, og tørvurin á royndum starvsfólki er vaksandi? Eigur tað ikki hjá landsstýriskvinnuni at vera ein greið politisk stevna, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, eisini eftir at fólk hava rokkið pensjónsaldri?

Sámal Petur í Grund sigur, at ein avtøka av mótrokningin hjá pensjónistum hevði:

• styrkt arbeiðsmarknaðin

• økt skattainntøkurnar

• betrað um trivnað og sjálvbjargni hjá eldri borgarum

• givið samfelagnum størri gagn av førleikum, ið annars fara fyri skeytið