Vil vita um ítróttaháskúlin fær játtan

– Umframt góðu upplivingarnar, næmingarnar fáa, kemur jaliga ávirkanin, skúlin hevur á nærumhvørvið, sigur Sirið Stenberg

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett mentamálaráðharranum fyrispurning, um nøkur æltan er um at játta neyðuga peningin til hølisumstøðurnar á Ítróttarháskúlanum í Vági.

– Nógvir ungdómar bæði úr Føroyum og úr útlondum hava luttikið á skúlaskeiðunum, og ein røð av mennandi og spennandi størvum eru skapt. Umframt góðu upplivingarnar, næmingarnar fáa, kemur jaliga ávirkanin, skúlin hevur á nærumhvørvið, sigur Sirið Stenberg.

Ítróttaháskúlin hevur verið fullettur øll skeiðini síðani várskeiðið 2017. Men økt næmingatal setur eisini krøv til betri høliskarmar til undirvísing, verður sagt.

– Nýggja næmingaheimið letur upp fyri at taka enn fleiri næmingar inn. Tíðin er búgvin til at fara í gongd við verkætlanina um at byggja/umbyggja hóskandi skúlahølir til virksemið. Sum nú er hevur skúlin ikki egin hølir, men húsast í Stóra Pakkhúsi, sigur Sirið Stenberg.