Vildi gjarna bæði tvey

Jógvan Skeel Nolsøe mátti velja fótbóltin framum hondbóltin, og tað iðrar hann seg neyvan um.

Hann mátti geva avboð til at døma FM-finalu í hondbólti, tí hann skuldi spæla dyst í Betri-deildini við HB, og soleiðis sum alt fløskaði seg, so man Jógvan Skeel Nolsøe neyvan iðra seg um avgerðina.


Jógvan Skeel Nolsøe gjørdist nevniliga sigursharrin í 1-0-sigrinum hjá HB ímóti TB/FCS/Royn í gjár. Hetta var í fyrsta dysti hansara fyri besta liðið hjá HB síðani fyrru hálvu í 2013.


- Eg var altíð greiður yvir, at um Betri-fótbóltur og hondbólturin komu at krevja eina raðfeting, so fór eg at velja tað fyrra, hóast eg hevði viljað bæði, sigur Jógvan við Sosialin í dag.


Jógvan Skeel Nolsøe er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá hví hann valdi at gerast hondbóltsdómari og um hvussu samskiftið við dómarar hevur broytt seg.