Nú er greitt, at tær sjey kommunurnar halda fram at kanna málið um at leggja kommunur í Suðuroynni saman. Tað var Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum reisti málið herfyri. Í hesum sambandi fekk hann heimild frá býráðnum á Tvøroyri at tosa við hinar borgarsrtjórarnar um málið.
Hansara hugsa var, at allar kommunurnar skuldu velja umboð í ein arbeiðsbólk, sum skuldi kanna fyrimunir og vansar við at leggja kommunurnar saman, men hann legði dent á, at talan skuldi vera um ein arbeiðsbólk, sum politiskt var púra óheftur.
Les meiri her: Taka nú stig til at leggja kommunur í Suðuroy saman
Á býráðsfundi á Tvøroyri hóskvøldið upplýsti borgarstjórin, at nú hevur fundur verið ímillum allar teir sjey borgarstjórarnar í Suðuroy um málið. Og har var full semja um, at borgarstjórarnir skulu leggja málið fyri bý- og bygdaráðini og so kunnu bý-og bygdaráðini taka støðu til, um tey eru sinnað at vera við í einum arbeiðsbólki at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging.
Er undirtøka fyri tí, skulu tey samstundis velja eitt umboð í arbeiðsbólkin. Verður arbeiðsbólkurin settur, rinda kommunurnar útreiðslurnar til hann eftir fólkatalinum.