Vilja fegin fara undir havnabygging í Lopra

? Landsverkfrøðingurin hevði munnliga lovað okkum grót, emn tað grótið hevur hann síðani latið aðra kommunu fáa. Nú royna vit at fáa hann at halda lyftið, sigur Jacob Vestergaard, borgarstjóri

 

Framtíðarætlanir


Gongur sum ætlað, verður ein størri og betri havn bygt í Lopra.

Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sigur, at í løtuni hevur kommunan ongi stykki og ongar møguleikar annars at bjóða fólki, sum kanska kundi havt áhuga at farið undir okkurt virksemi í Kommununi.

Hann sigur, at kommunan hevur heldur ongar umsóknir um byggilendi til vinnuvirki.

? Fyrispurningar hava kortini verið og vit hava ábendingar um, at ávísur áhugi er fyri at leggja virksemi av onkrum slag í kommununi.

? Men so leingi ongir møguleikar eru, nyttar heldur onki at søkja. Tað, sum ræður um hjá okkum, er at skapar karmarnar, so at fortreytirnar fyri virksemi eru til staðar, um onkur skuldi havt áhuga. Vit noyðast at trúgva upp á framtíðina og okkara stóri trupulleiki er, at vit hava ov lítið atløgupláss, sigur borgarstjórin.

Lopra er í Sumbiar Kommunu. Og Lopransfjørður er samstundis einasta pláss í kommununi, har tað ber til at fera eina líkinda havn, tí Sumba er brimpláss burturav.

? Hartil kemur, at Lopransfjørður er sera vælegnaður til Havn. Tað er sera djúpt. Longu fyri endan á grótkastinum er dýpið 12 metrar.

Borgarstjórin sigur, at verður so farið út, framvið Akralandinum, skal heldur ikki nógv fyllast meiri enn einar 15 metrar út, so er dýpið 25 metrar, so tað skal ikki fyllast nógv út, so hava vit eina rættiliga djúphavn í Lopra.


Landsverkfrøðingurin breyt lyftið

Ein orsøk til, at Sumbiar Kommuna sá ein gyltan møguleika at gera havn í Lopra nú, er, at alt grótið, sum varð sprongt úr Sumbiarbergholinum varð lagt í Lopransdal.

? Landsverkfrøðingurin hevur altíð havt tað siðvenju, at í sambandi við tunnilsgerðir eigur kommunan, sum arbeitt verður í, eisini grótið, sum er sprongt burtur.

? Eitt nú er tað Bíggjar Kommuna, sum nú fær grótið, verður sprongt burtur úr ætlaða Gásadalsbergholinum, hóast aðrar kommunur kundu hugsað sær tað.

Jacob Vestergaard sigur, at munnliga hevði Landsverkfrøðingurin eisini lovað Sumbiar Kommunu grótið, sum liggur í Lopransdali.

? Men kortini er tað hent, at Landsverkfrøðingurin hevur lovað aðrari kommunu (Vágs Kommunu. blm.) grótið.

Sostatt hevur hann brotið gamla siðvenju og tað góðtaka vit ikki, serliga ikki, tá ið hann frammanundan hevur lovað okkum grótið, sigur borgarstjórin.

Hann sigur, at Kommunan fer tí at royna at fáa Landsverkfrøðingin at halda gamla siðvenju og tað lyftið, hann gav kommununi í síni tíð.

?Sjálvsagt eru aðrar kommunu vælkomnar at biðja Landsverkfrøðingin um grót, men eg haldi ikki, at tað er okkara borð. Og vit halda framvegis, at vit hava rætt til grótið í Lopransdali, bæði sambært siðvenju og sambært munnligari avtalu við Landsverkfrøðingin.


Røkja okkara áhugamál

Nú er stutt ímillum bygdirnar á Vágsfirði og skjótt er at koyra. Í Vági er stór Havn. Hvussu nógvar stórar havnir skulu vera á Vágsfirði?

?Hatta er ein góður spurningur, sum eg eisini ofta havi sett mær sjálvan. Høvdu kommunurnar verið lagdar saman, hevði alt verið so nógv einfaldari. Men tað eru tær ikki og vit í bygdaráðnum í Sumbiar Kommunu eru vald at røkja áhugamálini hjá Sumbiar Kommunu og at skapa neyðugu fortreytirnar hjá okkum sjálvum, ikki hjá øðrum kommunum. Og spyrt tú, hvar á Vágsfirði tað er skilabest at byggja havn, kann tað væl vera, at útslitið av teimum metingunum vóru til okkara fyrimun, sigur Jacob Vestergaard.