Strandingar vilja nú hava Landskassan at leggja 84 milliónir á borðið til eina risa-ítróttarhøll á Strondum.
Hetta er ein ætlan, ein áhugabólkur á Strondum hevur arbeitt við í eina tíð og nú Løgtingið viðger fíggjarligu karmarnar fyri næsta ár, heita strandingar á myndugleikarnar um at seta pening av til endamálið næsta ár. Tey siga, at høllin kostar 120 milliónir krónur, men tá er alt við.
Les eisini: Fara at byggja stórhøll á Strondum
Tey siga, at Sjóvar kommuna er sinað at rinda 30 prosent av verkætlanini. Men tey siga eisini, at eftirsum talan verður um eina høll fyri alt landið, halda tey, at landskassin eigur at rinda restina, sum er 70 prosent, ellla 84 millónir tilsamans.
Tey siga, at sum støðan er nú, má hondbóltslandsliðið spæla sínar heimadystir uttanlands og tað er eisini vandi fyri at Flogbólturin endar í somu støðu.
– Krøvini eru, at áskoðarapláss skulu verða á øllum síðum og at tað krevjast eini 3.000 -4.000 áskoðarapláss.
Í flogbólti eru reglurnar púra greiðar, men í hondbólti er tað ikki so knívskorið.
– Men hesi seinastu árini eru krøvini herd munandi, helst tí at tað eru munandi fleiri pengar í altjóða hondbólti í dag enn fyri bara fáum árum síðan, siga stigtakararnir.
Tey hava eisini skilt á Fótbóltssambandinum, at vit hava heldur ikki nakra høll, sum lýkur krøvini til innandura fótbólt, sum hevur stóran týdning í royndum at menna leikarar, Men tey krøvini lýkur hendan høllin eisini.
Tey føra simuleiðis gtam, at høllin liggur rættiliga væl fyri og tað fer at hækkað støðið.
Somuleiðis fer høllin at bøta munandi um atgongdina hjá hondbóltsfeløgum og øðrum.
Tað tað bara 12 minuttir at koyra úr Hoyvík til høllina og sostatt er tað skjótari enn at koyra út á Argir.
Í áhugabólkinum er Alexandur Jóhansen, deildarleiðari í Trygd, Pól Jákup Poulsen, stjóri á Auto Service, Eivind Jacobsen og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri Mowi.