Vilja hava Aksel til løgmann

Kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo vísir, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, missir undirtøku í fólkinum

Kanningin vísir, at 21,9 prosent halda, at Bárður Nielsen skal vera løgmaður eisini eftir næsta løgtingsval. Tað er nærum 15 prosentstig lægri undirtøku, enn undanfarni løgmaður, Aksel V. Johannesen, fær. Tí 36,7 prosent siga seg vilja hava hann til løgmann eftir næsta løgtingsval.

Í mun til kanningar, sum spyr.fo áður hevur gjørt fyri portal.fo, hevur Bárður á Steig Nielsen lægri undirtøku enn fyrr í ár. Í eini kanning í mars hevði hann 27,5 prosent undirtøku og í eini kanning í juni hevði hann 26,8 prosent.

Í hesum báðum undanfarnu kanning hevði Aksel V. Johannesen undirtøku frá 34,6 og 34,8 prosentum av veljarunum.

Sambært kanningini, so stendur valið í millum Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Bárð á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum. Tí hinir floksformenninir hava nógv lægri undirtøku:

1. Aksel V. Johannesen: 36,7

2. Bárður Nielsen: 21,9

3. Høgni Hoydal: 11,1

4. Jørgen Niclasen: 9,9

5. Ruth Vang: 4,9

6. Jenis av Rana: 3,6

7. Sjálvstýri: 0,7