Vilja hava eina skjótibreyt í Føroyum

Fleiri løgtingslimur mæla til, at vápnalógin verður broytt, soleiðis at tað skal bera til at fáa sær riflu at skjóta kóp við

Fleiri løgtingslimir heita nú á landsstýrið um at broyta vápnalógina, soleiðis at tað eisini skal bera til at veiða kóp í Føroyum.

Løgtingið viðger eitt uppskot um at tað skal vera loyvt at avlíva kóp í sambamdi við aling.

Føroyar útflyta fyri einar 900 milliónir krónur um árið til USA og nógv tað mesta av hesum er laksur. Men nú hava amerikanarar boða frá, at teir keypa ikki longur laks úr londum, har tey ikki kunnu vátta, at kópur, og onnur súgdjór í havinum, verða avlívað í sambandi við alingina.

Kópurin verður dripin í sambandi við aling, tí hann órógvar fiskin og í summum førum oyðileggur hann nótirnar í aliringunum. Men alivinnan arbeiðir við øðrum háttum at halda kópin burtur.

Vinnunevndin hjá Løgtinginum, har allir flokkar, uttan Sjálvstýri og Miðflokkurin, eru umboðaðir, vísa á, at annars er tað ikki ólógligt at veiða kóp í Føroyum.

Hinvegin verður ímillum nakað og einki veitt av kópi í Føroyum, men Vinnunevndin hjá Løgtinginum heldur, at einki eigur at vera til hindurs fyri, at kópur verður veiddur undir skipaðum viðurskiftum og á burðardyggum grundarlagi. Tvøstið kann vera til matna og alskyns vørur kunnu verða virkaðar úr skinninum.

Men trupulleikin er, at tað er ikki loyvt at skjóta kóp við høglbyrsu, tí tað krevst rifla til at skjóta kóp.

Og hin trupulleikin er, at tað er ikki loyvt at hava riflu í Føroyum uttan í heilt serligum førum og tí verða ómetaliga fá loyvi givin í Føroyum til at hava riflu.

Tí heitir Vinnunevndin nú á Landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta vápnalógina, so hon verður lagað til kópaveiði, altso, at tað skal bera til at hava riflu.

Men samstundis leggur nevndin eisini dent á, at tað er eisini tørvur á at fáa eina skjótibreyt í Føroyum, soleiðis at fólk kunnu fáa veruliga undirvísing í at skjóta og at handfara skotvápn.

Á eini skjotibreyt kann øll venjing og undirvísing fara fram undir tryggum viðurskiftum, og úrslitið av tí verður so aftur, at óskipað skjóting og venjing á tilvildarligum plássum, verður avmarkað, tí ofta er talan um pláss, sum als ikki eru egnað til vápnabrúk, sigur Vinnunevndin.