Nú skal ferð setast á arbeiðið at gera tunnilin til Dals. Tað halda tey í Javnaðarflokkinum og tí hava tey nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta meiri pening til arbeiðið. Tað var á sumri í 2019, at farið varð undir at gera Dalstunnilin og tá vórðu níggju milliónir játtaðar til endamálið. Tann játtanin røkkur eitt hálvt ár og os sostatt bar til at arbeiða restina av 2019. Landsverk hevur upplýst, at skal arbeiðið ikki leggjast stilt upp ein part av árinum, skal játtanin verða 18-20 milliónir um árið.
Men tað vórðu framvegis bara játtaðar níggju milliónir um árið í 2020, í fjør og í ár. Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin sigur, at avleiðingin er, at arbeiðið er lagt stilt ein part av árinum. Fyrr í ár varð alment boðað frá, at arbeiðið við tunlinum varð lagt stilt tí at játtanin er ikki nóg stór, og tað verður tikið upp aftur fyrr enn einaferð í heyst.
– Samstundis sum Løgtingið ikki játtar nokk av pengum til Dalstunnilin, so at Landsverk kann arbeiða alt árið, játtar Løgtingið pening til nýggjar verkætlanir, sum ikki eru fyrireikaðar, og tískil heldur ikki klárar at fara undir. Eitt nú hevur Løgtingið játtað fimm milliónr á fíggjarlógini í ár til eina fótbóltshøll, vísir hann á.
– At játta pening til eina fótbóltshøll, uttan at FSF, ella aðrir stigtakarar, hava heitt á Løgtingið tað, og uttan at nøkur ítøkilig verkætlan fyriliggur, er ikki skynsamt, sigur Aksel V. Johannesen. Og serliga er tað ikki skynsamt tá ið verkætlanir, sum Løgtingið er farið undir, verður lagt stilt tí at hetta sama Løgting ikki vil játta neyðuga peningin, leggur hann afturat.
Tí heitir Aksel V. Johannesen á Fótbóltssambandið um at gera eina ítøkiliga verkætlan um eina fótbóltshøll, og hvussu hon kann fíggjast. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, eigur Løgtingið at taka málið upp til nýggja viðgerð. Og hann leggur afturat, at eingin ivi er um, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at játta pening til eina slíka fótbóltshøll.
– Men áðrenn vit fara undir nýggjar verkætlanir, eigur neyðugur peningur at verða játtaður til tær verkætlanir, sum longu eru í gerð, so at tær kunnu gerast lidnar, sigur Aksel V. Johannesen. Tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at strika játtanina til fótbóltshjøllina og at flyta tær fimm milliónirnar til Dalstunnilin so at arbeiðast kann ein tørri part av árinum.