Fiskavirking
Løgtingið viðgjørdi seinnapartin í gjár uppskot hjá Miðflokkinum um at hækka upphæddina til keyp av frystum fiski til virkingar á føroyskum fiskavirkjum úr 1,25 krónum fyri kilo upp í 1,50 krónur.
Málið snýr seg í hesum førinum um eina broyting í lógini um fiskivinnumenning á landi.
Uppundir endan at viðgerðini á tingi í gjár, segði Bill Justinussen við Sosialin, at einar 800.000 krónur eru tøkar av hesi játtan, men at neyðugt er, at játtanin verður hækkað.
Miðflokkurin fer annars at skjóta upp at játta 7,5 miljónir krónur, sum skulu brúkast til at stuðla keypi av frystum fiski til virkingar á føroyskum fiskavirkjum.
- Málið er soleiðis í tveimum pørtum, har seinna málið um ítøkiliga krónutalið verður lagt fyri tingið í dag, mikudagin.
Bill Justinussen segði seg annars fegnast um viðgerðina í gjár.
- Eg haldi, at undirtøkan fyri at veita ein størri stuðul til keyp av frystum fiski hevur verið rættiliga góð undir viðgerðini, bæði frá andstøðu-og samgongutinglimum, segði løgtingsmaðurin í stuttari viðmerking seinnapartin í gjár.
Málið um øktan stuðul til keyp av frystum fiski verður beint í vinnunevnd løgtingsins.