Vilja hava umbering frá Jørgen Niclasen

- Hann fer langt út um mark tá ið hann sigur, at vit seta trygdina á sjónum í vanda, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum

-Jørgen Niclasen eigur at koma við eini umbering. Vit halda, at hetta er so langt úti, at vit vilja ikki finna okkum í hesum.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum er í øðini inn á Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra.

Í Sosialinum leygardagin høvdu vit biðið fiskimálaráðharran um eina viðmerking til ósemjuna, sum nú hevur ført við sær, at nýggja Vaktarskipið hevur ligið við bryggju í Noregi í meiri enn tvær vikur, uttan at sleppa í sigling.

Fiskimálaráðharrin helt, at fakfeløgini vóru órímiligt, tá ið tey kravdu 30-40% í læønarhæking í einum.

Men tað, sum serliga er fallið formanninum í Starvsmannafelagnum fyri bróstið, er, at Jørgen Niclasen samstundis helt, at hetta var at seta trygdina á sjónum upp á spæl, tí so leingi Brimil ikki sleppur at sigla, koma vit at mangla eitt skip, um nakað skuldi borist á.

-Við hesum orðunum gevur hann fakfeløgunum skyldina fyri, at tað ikki enn hevur borið til at fáa semju um lønirnar hjá manningini á Brimli.

- Og samstundis er hetta at geva fakfeløgunum skyldina fyri, at vit ikki eru nógv væl fyri at fara undir eitt bjargingararbeiði, sum nakað skuldi borist á.

Gunnleivur Dalsgarð heldur, at hetta er ómetaliga langt úti.

- -Eg kann bara svara fyri Starvsmannafelagið. Og eftir okkara tykki eru hetta so grovar skuldsetingar, at vit eiga at fáa eina umbering frá landsstýrismanninum, tí hesum finna vit okkum rætt og slætt ikki í, sigur formaðurin.

Hann sigur, at Starvsmannafelagið er í eini samráðing sambært teirri avtalu, sum longu er í sáttmálanum, men at tær samráðingarnar eru ikki lidnar enn.

-Men tað eru tveir partar í eini samráðing og tað áliggur ikki bara tí eina partinum at finna eina semju.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Jørgen Niclasen kundi einsvæl vent sær til starvsfelagaðan hjá sær, s, Karsten Hansen, sum førir samráðingarnar fyri landsstýrið, og álagt honum at syrgt fyri at samráðingarnar førdu til eitt úrslit.

-Eg kann aldrin trúgva, at tað so vatntætt skott ímillum teir ymsu partarnar í landsstýrinum, at landsstýrismenninir ikki tosa saman. Og tá ið Jørgen Niclasen hevur ábyrgdina av Brimli, áttti hann eisini at tikið ítøkilig stig til at loysa ósemjuna, heldur enn at koma við so einvísum og grovum skuldsetingum ímóti fakfeløgunum, sum tað her er talan um, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hann vísir á, at Starvsmannafelagið hevur altíð víst ábyrgd. Hann minnir m.a. á, at tá í verkfall var á vári í fjør, var Vaktar-og Bjargingarfelagið undantikið, tí várrróðurin var fyri og vit hildu, at tað var ábyrgdarleyst at leggja Tjaldrið lamið.