Ársins uppflytarar hittast mánakvøldið. Merkisvert er, at báðir liggja omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tað ynskja liðini framhaldandi at gera, og tískil verður talan um serstakliga spennandi dyst, sum verður mánakvøldið.
Høgni Madsen við
Heimamenninir í Fuglafirði er ógvuliga væl fyri manningarliga. Høgni Madsen á miðvøllinum er við aftur, eftir at hann sat leikbann av sær seinasta umfar. Eisini væntast Sasa Jovanovic klárur aftur. Hann kom frá TB síðsta kappingarár, men hevur verið nógv skaddur higartil.
– Vit hava heimavøll og ímóti B68 skulu vit sjálvandi hava trý stig, soleiðis at vit varðveita fjarstøðuna niður til hini liðini, sigur Helgi L. Petersen hjá ÍF.
Badara tøkur aftur
Á Toftum sita tveir mans uttanfyri. Tað hava teir gjørt stóran part av árinum. Hesir eru Jóhan Petur Poulsen, sum ikki kemur at spæla fótbólt aftur í ár. Hin er Landing, sum er sterkur verjuleikari frá Senegal. Hann væntast tøkur í september.
Ein triðji leikari, sum ikki var tøkur síðsta dyst, var Badara. Hesin var leikbannaður men er nú klárur at spæla aftur. Bill Mc Leod Jacobsen, venjari hjá B68, er ivaleysur, tá hann verður spurdur um, hvat teir ætla við dystinum.
– Vit skulu hava trý stig. Vit steðgaðu sigursgongdini hjá ÍF og vunnu 3-1 í Fuglafirði seinast, og tað fara at gera aftur nú, sigur avgjørdi venjarin hjá B68.