Frá fleiri síðum verður sagt, húsagangurin hjá Dimmalætting partvíst er orsakaður av korunum, sum privatu miðlarnir hava at arbeiða undir. Eitt nú verður víst á, at londini kring okkum hava útberingarstuðul til bløðini, og at Kringvarpið við sínum rætti til lýsingainntøkur er við til at avlaga fíggjarliga grundarlagið undir privatu miðlunum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at tey í eina tíð hava arbeitt við at betra um korini hjá privatu miðlunum, og at hetta arbeiðið framvegis er áleiðis.
- Fyrst og fremst, so er hetta ikki eitt úrslit av tí, sum júst nú fer fram við Dimmalætting, men sjálvandi harmist eg um, at vit við hesum hava mist ein miðil. Í mínari verð er eitt fjølbroytt miðlalandslag har rúm er fyri einum sterkum almennum aktøri men so sanniliga eisini privatum miðlum, ein týdningarmikil partur av samfelagnum. Vit hava eisini í longri tíð arbeitt við hesum spurninginum, og fyri nakað av tíð síðani varð eitt fjølmiðlaálit skrivað, sigur Bjørn Kalsø við in.fo.
- Partur av álitinum snýr seg um, hvussu vit kunnu býta tær lýsingainntøkur, sum Kringvarpið fær. Her nevnir álitið ein miðlagrunn, sum skal umsita hesar inntøkur, og har fjølmiðlar í eini breiðari merking kunnu fáa stuðul.
Blaðútgevarar í Føroyum hava fleiri ferðir víst á, at tað er neyðugt við einum útberingarstuðuli, so sum vit síggja tað í grannalondunum. Er hetta nakað, sum tit eisini arbeiða við?
- Stuðul til útbering verður eisini nevndur í álitinum, men meðan við viðgera hetta, kann eg illa úttala meg ítøkiliga um, hvussu ein framtíðar miðlapolitikkur sær út. Hinvegin sæst í eitt nú donsku fjølmiðlasemjuni, at mann her ætlar at ganga burtur frá útberingarstuðlinum og ístaðin lata ein redaktionellan stuðul.
- Hetta eru alt spurningar, sum vit arbeiða við. Enn er hetta bara viðgjørt í samgonguni, men mín ætlan er at skapa eina breiða semju um hetta, og vónandi ber hetta arbeiði á mál um ikki alt ov langa tíð. Tí eg kann bara endurtaka, at eitt fjølbroytt miðlalandslag er sera týðandi fyri samfelagið, sigur Bjørn Kalsø.