Vilja leggja báðar brennistøðirnar saman

Endamálið er at lima Tórshavnar kommunu inn í IRF tað fer at gera tað lættari

 

Nú verður arbeitt við at lima Tórshavnar Kommunu upp í IRF og sostatt at leggja brennistøðina í Havn, og brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík, saman.

Tað upplýsti IRF á aðalfundinum í felagsskapinum í morgun.

IRF sigur, at tað va á vári í fjør, at Tórshavnar kommuna heitti á IRF um at kanna møguleikarnar fyri at gerast limur í IRF á jøvnum fóti við hinar limakommunurnar.

Sostatt arbeiddu tey í alt fjør fyri at savna alt burturkast, og alt endurnýtsluøkið í Føroyum undir eitt felag, nevniliga IRF.

Ætlanin var, at IRF og Tórshavnar kommuna skuldu leggja eitt kunnandi uppskot fram fyri allar kommunur seinasta heyst, men enn eru partarnir ikki komnir á mál við hesum.

Enn eru nógv viðurskifti eftir at viðgera, bæði av politiskum,  fíggjarligum og rakstrarligum slagi. Enn er tað sostatt  ov tíðliga at siga, hvussu ein endalig avtala verður, men partarnir taka undir við endamálinum, og í løtuni verður arbeitt við at lýsa ymisk viðurskiftir nágreiniligar, áðrenn málið verður lagt fyri kommunurnar til støðutakan. Men tað verður væntandi í næstum, at málið verður lagt fyri kommunurnar, sigur IRF.

IRF og Tórshavnar kommuna hava samstarvað um burturkast og endurnýtslu í nógv ár. Eitt nú hava tey samstarva um at burturbeina bilvrak, spillolju, og um at brenna rusk, og í løtuni samstarva tey eisini um at gera felags tyrvingarpláss og rottangapláss í Nýggjheiðum í Kvívík.

Brennistøðin hjá Tórshavnar kommunu varð bygd út í 2014, og brennistøðin hjá IRF varð bygd um í fjør og væntandi fara tær at halda í 15 ár frá tí at tær vórðu bygdar út, og bygdar um.

Og tá ið tær eru uppslitnar, er ætlanin at byggja nýggja felags brennistøð fyri alt landið, sigur IRF.