Vilja loyva børnunum at vera børn

Vit hava gjørt avtalu við øll foreldur í 1. til og við 3. flokki um, at børnini ikki fáa snild­tele­fon, meðan tey ganga í barnaskúla.

Í greinini verður komið inn á tað, ið verður nevnt »Tik­Tok heilar«. Hetta er, tá heilin upp­før­ir seg á ein hátt, ið minnir um ADHD Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Grein ú Sosialinum 5. desember 2025:

 

Øll for­eld­ur hava tikið saman hendur, og gjørt av, at børn­ini hava ikki fartelefon – heldur ikki við hús, sigur John Henrik Holm, skúla­stjóri í Vágs skúla

 

Skúlastjórin í Vágs skúla, John Henrik Holm, legði herfyri skriv út á heim­a­síðu skúlans, har hann hev­ur greitt frá, at í Vági hava tey tik­ið stig til, at børn í inn­skúl­ing­ini hava ikki far­tel­e­fon. ´

 

Í skrivinum verður trup­ul­leik­in við ov nógv­ari skíggja­nýtslu, og av­leið­ing­ar­nar av hesum, viðgjørdur.

 

Tað, at ikki kunna hug­savna seg meira enn heilt stutta tíð, kallast at hava ein TIK-TOK heila.

 

Í grannalondum okkara verð­ur rópað um hjálp í skúl­um, tí børnini eru ikki skúla­klár. Ein alt størri part­ur av orkuni hjá skúlunum fer til trivn­að­ar átøk og soc­ial átøk, heldur enn til und­ir­vís­ing. Hetta er nak­að, sum vit eisini síggja í før­oyska skúlanum, skrivar John Henrik Holm millum ann­að í greinini.

 

Danska stjórnin tosar í hes­um kjak­i­num um at geva skúla­leiðsl­um størri møg­u­leika at revsa børn, og at burt­ur­vísa næmingum upp til 50 dagar..... Alt, tí trivn­að­urin er fallandi, og ó­frið­ur­in vaks­andi. Hetta er ikki bert í Dan­mark. Hesin trup­ul­leiki sæst í skúlunum í øll­um londum kring okk­um: Vit síggja oftani send­ing­ar í sjónvarpinum, við ør­kyml­að­um foreldrum og lær­ar­um. Hetta fyllir so nógv í Dan­mark, at 40%  av ný­út­búnu lærarunum í Dan­mark, ikki starvast sum lær­ar­ar 5 ár eftir lokna út­búgv­ing, verður víst á í grein­ini.

 

Skúlaaftran vaksandi

 

Vit, sum starvast í skúla­verk­i­num, hava fleiri ferðir fing­ið fyr­i­spurning frá mið­fyr­i­st­ing­ini, um hvussu fáa vit steðg­að ógvusliga vøkstri­num innan serøkið?  Som­u­leið­is er talið av næm­in­gum við skúlaaftran vaks­andi. Tað er tí alt sum týð­ir uppá, at tað, sum hend­ir innan skúlans gátt í lond­u­num kring okkum, er á veg til okkara, skrivar skúla­stjór­in í Vágs skúla.

 

Skíggjafrí vika hevur ver­ið í skúlunum kring land­ið, og vísur John Hen­rik Holm á, at føroysk tøl eru kom­in fram í hesum sam­bandi, ið eru ikki sørt skelk­andi.

 

Millum annað verður sagt, at vit brúka 40% minni tíð sam­an við øðrum, enn vit gjørdu fyri 10 árum síðani, og at 18 – 24 ára gomul sita í mið­al 8 tímar dagliga við skíggja – tað svarar til 22 ár av lívinum.

 

##med2##

 

TikTok heilar

 

Í greinini verður komið inn á tað, ið verður nevnt Tik­Tok heilar.

 

Hetta er, tá heilin upp­før­ir seg á ein hátt, ið minnir um ADHD. Millum annað ó­rógv­ast  fólk lætt, duga illa at leggja ætlanir, og ger­ast frið­leys og bráð­lynt. Or­søkin er, at fólk eru von við at verða á­hald­andi und­ir­hild­in og órógvað av tele­fonini.

 

Um hetta er rætt, merkir tað, at skúlar í summum før­um hava heilir flokkar við børn­um, sum hava ADHD líkn­andi at­burð. Við børnum, sum ikki klára at sita still, ikki klára at hug­savna seg, og ikki klára at vera sam­an í felagsskapi. Hetta á­virkar trivnaðin hjá bæði børn­um og lærarum, skriv­ar Johan Henrik Holm mill­um annað.

 

Innsavna yvir 200 far­tele­fonir hvønn dag

 

Flest allir skúlar í landinum savna inn fartelefonin við dags­ins byrjan, og útlevera tær aftur tá, skúla­dag­ur­in er at enda komin. Hetta er veg­leiðing frá lands­ins mynd­ug­leikum.

 

– Hetta merk­ir fyri okk­um í Vági, at vit innsavna fleiri enn 200 telefonir hvønn dag og, útlevera fleiri enn 200  fartelefonir hvønn dag eft­ir skúl­in er lok­in. Skúl­ar landsins siga NEI til far­tel­e­fonir. Grundgevingin er, at børn­ini eru so tengd at hes­um tóli, at tey klára ikki at hug­savna seg - at læra nak­að, um tól­ið er nær­hend­is. Hetta eru boð og veg­lei­ðing­ar, sum eru komn­ar úr Barna- & Út­búgv­ing­ar­mál­a­ráð­num.

 

– Sum skúlaleiðari haldi eg, at vit eiga at taka sam­an hend­ur við foreldur at børn­um í skúlanum, og gera av, at børn ikki eiga at hava far­tel­e­fon. Heldur ikki heima. Hes­ar eru skaðiligar fyri menn­ingina hjá børn­um okkara, og uppgáva okk­ara er at vera vaksin, og siga NEI. Vit eiga at fylgja øll­um veg­leið­ing­um og kann­ing­um, og seta ald­ur­s­mark á, nær man kann fáa eina snild­tel­e­fon, nær man kan hava soc­ialar miðlar o.s.fr.

 

– Vit í Vági hava seinastu vik­ur­nar hildið eina røð av for­eldr­a­fund­um við hesum á skrá. Vit hava í skrivandi stund gjørt avtalu við øll for­eld­ur í 1. – 3. flokki um, at børn okkara ikki fáa snild­tel­e­fon meðan tey ganga í barn­a­skúla. Øll foreldur hava tikið saman hendur og gjørt av, at børn í 1.-3. flokki hava ikki fartelefon – heldur ikki við hús. Hetta merk­ir eisini, at foreldrini hava tikið snildtelefonina frá børn­um teirra. Tey hava sagt NEI, tí tey í kjaki okk­ara millum eru komin á­samt um hetta, sigur John Hen­rik Holm, skúlastjóri.

 

– Í stuttum vilja vit loyva børn­u­num at vera børn.

 

Í greinini verður komið inn á tað, ið verður nevnt »Tik­Tok heilar«. Hetta er, tá heilin upp­før­ir seg á ein hátt, ið minnir um ADHD Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

– Vit eru øll, eisini eg, hál­að inn í hesa verð, sum stjel­ur okkara tíð, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla