Vilja veita borgarum betri tænastu

Gamla posthúsið í Havn verður nú innrættað til býráðshøll við postavgreiðslu og snarskivu. Teknisku deildirnar hjá býráðnum skulu eisini hýsast har

Eirikur Lindenskov


Mikil umbygging fer fram á gamla posthúsinum í Havn. Tað er Tórshavnar býráð, sum nú eigur posthúsið, eftir at Postverkið flutti høvuðsposthúsið í gamla bygningin hjá Idé Møblum við Hoyvíksvegin.

Tað eru Byggideildin, Tekniska Deild, Gartnaradeildin og Umhvørvisdeildin hjá býráðnum, sum skulu húsast á posthúsinum, men sum nakað nýtt er býráðið í ferð við at innrætta eina snarskivu, har borgarar skulu kunnu fáa skjótar og greiðar upplýsingar um mál, sum býráðið í eini handavend kann svara teimum. Slík mál kunnu t. d. vera sosialmál, smærri byggimál og teknisk mál.

? Endamálið er, at vit skulu kunna veita borgarunum eina tíðarhóskandi og betri tænastu, sigur Leivur Hansen, borgarstjóri.

? Vit hava valt at kalla tað eina snarskivu, men um tað verður endaliga heitið er ikki greitt enn, sigur borgarstjórin.

Leivur Hansen heldur, at eini 80% av vanligu fyrispurningunum kunnu svarast við eina slíka snarskivu, sum samstundis ger, at betri stundir verða til at taka sær av øðrum málum í fyrisitingin, sum taka meiri tíð.

Ætlanin hjá býráðnum í Havn er eisini at gera eitt innanduratorg, har avgreiðslan hjá Posthúsinum fyrr var. Høgrumegin verður framvegis ein postavgreiðsla, meðan avgreiðslan hjá býráðnum verður hinumegin. Postboksir verða framvegis í gamla posthúsinum í miðbýnum.

Ætlanin er eisini, at høvi skal vera at hava listaframsýningar í nýggju býráðshøllini.

Tórshavnar býráð hevur í dag stóran tørv á plássi, sigur Leivur Hansen.

Í miðfyrisitingini hjá býráðnum starvast nú eini 50-60 fólk, og er tað meira, enn tað var áðrenn hópuppsagnirnar í kreppuárunum 1991/92, tá stórur partur av starvsfólkunum hjá býráðnum vórðu søgd úr starvi og deildir lagdar niður.

Tað eru nøkur ár síðani, at Tórshavnar býráð keypti bygningin frá Postverkinum, sum kortini ikki heilt er flutt úr bygninginum. Avtala er gjørd millum býráðið um, at Postverkið leigar 140 fermetrar av 1.400 fermetra stóra bygninginum í fyribils tíggju ár,

Gamla posthúsið í Havn varð bygt fyrst í øldini. Nýggjari bygningurin, sum stendur út móti Tórsgøtu er bygdur miðskeiðis í øldini eins og millumbygningurin, har postavgreiðslan hevur verið seinastu nógvu árini. Niðan fyri gamla Posthúsið var ein vakur urtagarður, og standa enn onkur av vøkru trøunum við Tórsgøtu.

Millum bygningin hjá Mariu Poulsen og Posthúsið var í sínari tíð ein gøta, sum býráðið nú ætlar at endurskapa, so møguligt verður hjá fólki at ganga tann vegin eftir vakrari gongugøtu.