Viljin sigraði

Gert Hansen hjá KÍF segði eftir dystin ímóti hoyvíkingum, at viljin hjá kollfirðingum sigraði síðstu løtuna.
- Hetta var heilt ótrúligt. Fyrri hálvleikur er púra javnur, men tá vit koma út til seinna hálvleik, so riggar knappliga einki hjá okkum. Vit brenna, og teir straffa okkum við skjótum mótálopum. Eg haldi, at vit næstan hava givið upp um miðjan seinna hálvleik, men knappliga vendir gongdin. Vit byrja at trúgva uppá tað, og at enda gevur hetta úrslit. Hetta var eitt ótrúligt come-back, og eg haldi, at leikararnir vístu rætta viljan síðstu løtuna.