Viljormur loysir av í miðverjuni

Heðin Askham og Bill Jacobsen, venjarar hjá U-21 landsliðnum, og ungu menninir, sum klokkan 17.00 skulu á vøllin í Aalborg, eru nú á Energi Nord Arena, har fyrsta bríkslið í landsdystinum millum Danmark og Føroyar verður klokkan 17. Tað er møguleiki at síggja dystin á TV2 Sport.

Teir ellivu, sum fara at standa rætt inni á vøllinum, tá ið tjóðsangirnir verða spældir á heimavøllinum hjá superligu felagnum AaB, eru: Teitur Gestson, HB – René S. Joensen, Brøndby IF, Viljormur Davidsen, FC Fyn, Erling Jacobsen, Víkingur, Høgni Eysturoy, B36 – Klæmint A. Olsen, NSÍ, Róaldur Jacobsen, B36, Hallur Hansson, HB, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Gilli Sørensen, TB – Jóan Símun Edmundsson, Newcastle.

Fyrr í dag varð greitt, at liðformaðurin Rógvi Holm er leikbannaður. Tí var neyðugt at umskipa miðverjuna, og Viljormur Davidsen, sum var ætlaður vongverjaplássið í vinstru, er nú í miðverjuni saman við Erling Jacobsen. Stóri og stinni Heini Vatnsdal, sum onkra ferðina hevur verið í miðverjuni, er hesa ferð á miðvøllinum.

Á beinkinum sita Hans Jørgensen, 07 Vestur, Sørmundur Kalsø, KÍ, Karl Løkin, ÍF, André Olsen, B68, Dánjal á Lakjuni, ÍF, Gunnar Zachariasen, AB Danmark, og Páll Klettskarð, ÍF.

Saman við Rógva Holm verður Kaj Leo í Bartalsstovu millum áskoðararnar.