26. november fara føroysku kvinnurnar at spæla fyrsta dystin í HM endaspælinum. Tá verður mótstøðuliðið Montenegro.
Í kvøld spældu Føroyar EM undankappingardyst í høllini við Tjarnir. Mótstøðuliðið var Montenegro, sum vann 32-26.
Hálvleiksstøðan var 14-14.
Tølini siga, at føroyska liðið avrikaði so sera væl undan steðginum ímóti heimsstjørnum úr Montenegro. Fyrstu løtuna vóru Føroyar frammanfyri við trimum málum. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var Montenegro frammanfyri 11-7, men føroysku kvinnurnar reistu seg aftur, Rakul Wardum stóð seg væl millum stólparnar, Føroyar skoraðu fýra mál á rað, og so gekk javnt á, inntil Maria Halsdóttir Weyhe í síðstu sekundunum undan steðginum við brotskasti javnaði til 14-14.
-Vit mugu bara staðfesta, at eftir steðgin vísti tað seg, at tað var munur á liðunum. Tær vóru kropsliga betri fyri. Sjey ímóti seks spælinum riggaði ikki, sum vit vildu, og so kendist tað rættilga tungt at finna loysnir í álopsspælinum, tí tær vóru ógvuliga stinnar í verjuspælinum, sigur føroyski liðformaðurin Pernille Brandenborg við Kringvarp Føroya. Í kvøld var hon fyri 50. ferð á føroyska landsliðnum.
Føroyska staðfestingin er, at vit mugu bara staðfesta, at í kvøld vísti úrslitið, hvør munurin er á føroyska landsliðnum og heimsstjørnunum úr Montenegro. Teirra spælarar eru hægri og væl tyngri enn okkara, og í seinna hálvleiki var samanspælið millum verjuna og málverjan ógvuliga gott.
Undan HM endaspælinum fara Føroyar at spæla vinadyst ímóti Íslandi, áðrenn HM og Montenegro aftur verður á skránni.
Avrikið í fyrra hálvleiki og hálvleiksstøðan er gott grundarlag at fyrireika seg til HM endaspælið. Í fyrireikingunum fara venjarin og spælararnir at gáa eftir, hví sjey ímóti seks spælið riggaði so væl í fyrra hálvleiki, meðan tað ikki riggaði eftir steðgin.
Størstu spurningarnir eru, hvussu tað fer at bera til at byrgja upp fyri so stórum og tungum strikuspælarum, og hvussu tað skal rigga at fáa bakspælararnar at avrika betri og fáa størri breidd í álopsspælið, so síðuspælararnir kunnu eiga størri part í spælinum.
-Vit mugu bara staðfesta, at stóri munurin er, at vit eiga evnaríkar spælarar, sum ikki eiga so nógvar royndir. Montenegro eigur spælarar, sum eru dugnaligir, og sum eiga nógvar altjóða royndir. Tað var stóri munurin. Tá ið vit taka samanum, so eru tvey stig á útivølli ímóti Íslandi og á heimavølli ímóti Montenegro ikki so galið. Yvirskipað kunnu vit fegnast um, at vit undan HM endaspælinum í kvøld hava spælt ímóti liði, sum í nógv ár hevur verið í topp átta í heiminum. Vit sóu hvørjir veikleikarnir vóru í kvøld. Eitt nú at vit viðhvørt vóru skøtisleysar í seinna hálvleiki, og tað kunnu vit rætta uppá, sigur landsliðsvenjarin Claus Mogensen í samrøðu við Kringvarp Føroya.
Føroyar – Montenegro 26-32 (14-14)
Føroyar: Jana Mittún 6, Pernille Brandenborg 5, Súna Krossteig Hansen 4, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Maria Halsdóttir Weyhe 1, Elsa Egholm 1, Bjarta Osberg Johansen 1, Rannvá Olsen 1, Maria Páldóttr Nólsoy 1
##med2##