Vinn ein tarv

Leygardagin verður tarvakapping í Klaksvík. Talan er um eina av teimum tiltiknu tarvamykjukappingunum, har fólk kunnu keypa sær ein fermetur og so vóna, at tarvurin sleppur sær av við sínar leivdir júst á teirra fermetri

 

Vinningurin er tvey ára gamli tarvurin, sum verður sleptur inn á fótbóltsvøllin í Klaksvík, og harafturat verða tveir ferðaseðlar til Danmarkar og ein fartelefon burturlutað.

Tarvurin verður sleptur inn á fótbóltsvøllin leygardagin klokkan 14.00, og síðani er tað eisini upp til tarvin at avgera, nær kappingin er lokin,

Partabrøvini til teigarnar á fótbóltsvøllinum fáast til keyps á Hvíthús, á loftinum í KÍ-høllini frá klokkan 19-21, og á skrivstovuni hjá Jákup B. Eisini verða partabrøv koyrd til dyrnar, um fólk ynskja tað.

Tað er Stjørnan, sum stendur fyri hesi kappingini.