Teknikappingin, sum Felagið Vágar hevur skipað fyri millum fyrstu flokkarnar í skúlunum í Vágum, er liðug, og vinnarin er funnin. Vinnarin fær handaða virðisløn á jólasølustevnuni, sum verður á Giljanesi um vikuskiftið. Handanin verður sunnudagin klokkan 16.00.
Børnini, sum hava luttikið í kappingini, hava kappast um at gera bestu tekningina at prýða jólaposan, sum handlarnir í Felagnum Vágar fara at nýta um jólini. Allar tekningarnar, sum hava luttikið í kappingini, verða at síggja á jólasølustevnuni um vikuskiftið.
Tað er Miðvágs Róðrarfelag, sum skipar fyri jólasølustevnuni. Hetta er vorðið afturvendandi tiltak seinasta vikuskiftið í november.
Felagið Vágar, umboðað av Kunningarstovuni, hevur egnan bás á stevnuni hesaferð.