Vinnarin fekk ein veðr

Sonevnda Veðra-kappingin í leirdúgvu-skjóting fór fram leygardagin 21. septembur á skeet-breytini hjá Sunda Byrsufelag á Norðskála

Skjóting

Føroya Bjór sponsorerar kappingina við einum veðri til vinnarin og 3 steypum, umframt at okkurt leskandi eisini var at fáa hjá luttakurnum.
Við í kappingini vóru 24 mans, 15 úr Sunda Byrsufelag og 9 úr Byrsumúla í Havn.
Hesir 24 vórðu býttir upp í 4 bólkar uppá 6 mans, ið hvør skutu tvey umfør uppá 25 dúgvur. 12 teir bestu skutu síðani í tveimum bólkum eitt umfar uppá 25 dúgvur hvør.
Vinnari varð Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag við 60 dúgvum av 75, nr. 2 varð Tórbjørn Hansen úr Sunda Byrsufelag við 58 dúgvum, nr. 3 varð Robert Hansen eisini úr Sunda Byrsufelag við 57 dúgvum. Tann besti havnamaðurin varð Regin Enghamar nr. 5 við 52 dúgvum.
Á myndini síggjast teir tríggir Tórbjørn, Marius og Robert við steypunum og vinnara-veðrinum, sum vá 74 pund.

Bíða eftir boðunum
Ætlanin er at hava eina árliga FM-kapping, og síðani kanska at taka upp aftur landskappingarnar við Hetland annaðhvørt ár. Aðrar planir eru eisini fyri at víðka virksemið hjá feløgunum, men striltið gongur, tí Byrsumúli hevur ligið stilt í 9 ár og bíðað eftir grønum ljósi frá kommununi og friðingarmyndugleikum.
Hugsast kann heldur ikki um luttøku í Oyggjaleikunum, fyrrenn breytirnar hjá Byrsumúla eru klárar til nýtslu aftur. Tað er eisini ein spurningur, hvussu leingi Føroyar sleppa at luttaka í Oyggjaleikum, uttan at hava skjóting við sum ítróttagrein.
Lítið hevur annars verið at frætt frá skjóting tey seinnu árini, helst tí at tað bert er breytin við Norðskála, ið er tøk.
Breytirnar hjá Byrsumúla eru enn til viðgerðar hjá friðingar-myndugleikunum, men har er tó eingin avgerð fallin enn í drúgvu málsviðgerðini.