Vinnarin verður funnin á Malta

Fyri fjórðu ferð á rað endaði tað javnt millum Føroyar og Lettland

Tað verður týskvøldið suðuri á Malta, at vinnarin verður funnin í Nations League bólkinum, sum Føroyrar í ár hava verið í.

Tá hittast Malta og Føroyar í finalu um, hvør skal vinna bólkin. Føroyar hava 11 stig, og Malta hevur átta stig. Um tað týskvøldið endar javnt ella føroyingar vinna á Malta, so fara Føroyar at vinna bólkin.

Í kvøld endaði tað 1-1 í Lettlandi. Hetta var fjórða ferðin á rað, at landsdystur millum Føroyar og Lettland endar við javnleiki.

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur.

Bæði málini vóru skorað eftir heilt lítlari løtu, tá ið ein tími var farin.

Eftir fríspark úr høgru setti Lettland hol á. Bólturin endaði í vinstru, har
Kamešs fluktaði inn við nærra stólpa. Og sekundvísarin hevði bara verið einaferð runt, so var støðan 1-1.

Fínt álop endaði við, at Viljormur Davidsen legði innfyri úr vinstru, og handan handara stólpan stýrdi Gunnar Vatnhamar við høvdinum bóltin í bleytum boga omanfyri málverjan og í handara síðunetið.

Sonni Ragnar Nattestad sá gula kortið í seinna hálvleiki. Hetta var onnur ferðin í hesi kappingini, at Sonni Ragnar sá gula kortið, og harvið verður hann leikbannaður týskvøldið. Týskvøldið vera Brandur H. Olsen og Hallur Hansson tøkir aftur, eftir at teir í kvøld vóru leikbannaðir.

 

Lettland - Føroyar 1-1 (0-0)

1-0: Kamešs 59.

1-1: Gunnar Vatnhamar 60.

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson (Ári Mohr Jónsson, 68.), Gunnar Vatnhamar – Meinhard E. Olsen (Hilmar Leon Jakobsen, 83.), Klæmint A. Olsen.

Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes K. Danielsen, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Bartal Wardum, Dan í Soylu og Heðin Hansen.

Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze