Ein partur av vinninginum, sum kvinnulandsliðið í hondbólti fekk, var ein kekkur áljóðandi 2.500 kr. Og tað var skjótt, at avgerð varð tikin um, hvat hesin skal nýtast til. Kvinnulandsliðið hevur saman við HSF gjørt av, at upphæddin verður latin Reyða Krossi, sum í hesum døgum savnar pening inn til neyðhjálpararbeiði í Suðurasia.