Hósdagin seinnapartin skipaði Føroya Landsstýri saman við Løgmansskrivstovuni og Norrønum Atlantssamstarvi (NORA) fyri einum kunningarfundi í Norðurlandahúsinum.
Endamálið var at kunna føroyska vinnulívið um teir møguleikar, ið standa teimum í boði í tveimum vinnuframaskipanum, sum Føroyar luttaka í.
Tað var Kjartan Hoydal, sum vegna NORA kunnaði fundarluttakararnar um tey tilboð og møguleikar, sum vinnulívið hevur í hesum samstørvum.
Føroya Landsstýrið hevur fingið innbjóðing úr Skotlandi í fjør um at vera við í evropeisku menningarætlanini ?Northern Periphery? ella ?Norðurmót? á føroyskum, og landsstýrið hevur tikið av hesi innbjóðing.
Hetta er ein menningarætlan, ið er sett í verk av ES-londunum. Lond uttanfyri ES kunnu tó eisini luttaka, um tey verða boðin við í menningarætlanina. Økini, sum eru við í hesi menningarætlan, eru Grønland, Føroyar, Norðurskotland, Norðurnoreg, NorðurSvøríki og Norðurfinland.
Frammanundan eru Føroyar limir í NORA, sum er ein stovnur undir Norðurlanda Ráðharraráðnum. Hetta er eitt økissamstarv, ið fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg. Her ber eisini til at søkja um stuðul.
Skapa sambond
? Norðurmót er eitt tilboð til føroyska vinnulívið um at fáa stuðul til menning og gransking. Føroyska vinnulívið er ikki eins væl fyri sum vinnulívið í okkara grannalondum við viðvíkjandi atgongd til umhvørvi , har man fæst við menning og gransking, tí vit hava avmarkað umhvørvi í Føroyum. Við at skapa sambond við grannalondini, ber til at menna føroyska vinnulívið, sigur Kjartan Hoydal, sum legði fram á fundinum.
Føroyar hava ikki verið við í eini økismenningarætlan hjá ES fyrr, so hetta er ein nýggjur møguleiki hjá vinnulívinum at fáa samband við vinnufyritøkur aðrastaðni í Norðurevropa.
Í hesum nýggja samstarvinum ber eisini til at fáa samband við fyritøkur í Finlandi, Svøríki, Noregi og Skotlandi, og tað kann gerast ein gyltur møguleiki hjá fyritøkum í Føroyum.
? Endamálið er at vit, eftir ynski frá vinnufyritøkum, sambinda vinnulívið við menningar- og granskingarumhvørvið í londunum, sum eru við í ætlanini. Endamálini hjá NORA og Norðurmóti eru tí ógvuliga lík hvørjum øðrum, sigur Kjartan Hoydal.
Krøvini til vinnufyritøkur, sum søkja um stuðul, eru, at tær hava ætlanir um at fara undir samstarv við fyritøku í einum øðrum landi, ið eisini er við í samstarvinum. Stuðul verður vanliga ikki játtaður til fyritøkur, sum ikki hava samstarv út um egið landamark í hyggju. Talan skal helst vera um samstarv.
? Vert er at hava í huga, at grannalond okkara seta nógv meira pening av til gransking og menning. Til dømis játtar Svøríki 3,5% av bruttotjóðarúrtøkuni til hetta økið. Føroyar og Grønland játta bara 1%, so hetta er eitt gott høvi at økja um pengamøguleikarnar, sum eru til gransking og menning í Føroyum, sigur Kjartan Hoydal.
Játtaðar verða í mesta lagi 500.000 krónur um árið í mesta lagi trý ár. Fyritøkan, sum søkir um stuðul, skal sjálv fáa minst helvtina av peninginum til vega.
Fíggjarætlanin hjá NORA er á 5,5 milliónir krónur um árið, meðan Norðurmót arbeiðir við eini 50 milliónum um árið, tí hetta fevnir um eitt størri øki.
NORA fær vanliga eini 60 umsóknir um árið, men bara eini 15-20 umsóknir verða gingnar á møti.
NORA fer at lýsa eftir umsøkjarum um mánaðarskiftið, meðan møguleiki verður at søkja um stuðul frá Norðurmót í heyst.
Annars ber til at fáa fleiri upplýsingar um hesar vinnuframaskipanir á heimasíðuni hjá NORA, www.nora.fo, ella við at venda sær til skrivstovuna.