ENDURGJALD
Jón Brian Hvidtfeldt
[email protected]
Ein nýggjur trumfur er komin á borðið í stríðnum millum Tvøroyar Kommunu og Vinnumálaráðið um havnina og ikki minst havnagjaldið á Drelnesi.
Trumfin eigur Vinnumálaráðið, sum við uppskotinum um at strika endurgjaldið til tær kommunur, har sjóvegis farleiðir hjá Strandferðsluni verða fluttar ella niðurlagdar, ætlar at spara 16,2 milliónir krónur.
Sum er koyrir eitt rættarmál millum Strandferðsluna og Tvøroyar Kommunu, eftir at kommunan á sumri 2002 av sínum eintingum valdi at hækka havnagjaldið fyri Smyril úr 58.000 krónum upp í 152.000 krónum um mánaðin. Tað hevði kommunan formliga loyvi til, eftir at landsstýrið í 2000 gav kommununum heimild til sjálvar at áseta havnagjaldið.
Men ein tílík hækking var meira enn Strandferðslan, og harvið Vinnumálaráðið, kundi góðtaka, og tískil endaði málið í rættinum.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, verjir í dag stóru hækkingina á havnagjaldinum. Hann vísir á, at økið á Drelnesi kravdi stórar ábøtur, og tá landið ikki fekst at bera part av kostnaðinum, valdi kommunan at hækka gjaldið.
Í mai mánað í fjør bað Vinnumálaráðið Løgmálaráðið um eina meting av, hvørt Tvøroyar Kommuna hevði rætt til at hækka gjaldið. Men í svari, dagfest 13. oktober, staðfestir Løgmálaráðið, at ivasamt er um til ber at vísa á, at kommunan hevur framt nakað brot, og at einki grundarlag er at seta rættarlig tiltøk í verk móti kommununi sambært kommunustýrislógini.
Strikar endurgjald
Málið um hækkingina av havnagjaldinum er ikki avgreitt, men nýggja uppskotið um at strika endurgjaldið til kommunurnar broytir støðuna rættuliga nógv.
Fær Tvøroyar Kommuna viðhald í sakarmálinum móti Strandferðsluni, hevur kommunan rætt til 7,9 milliónir krónur í endurgjaldi fyri mista inntøku, tá nýggja samferðsluhavnin verður tikin í nýtslu.
Men verður uppskotið samtykt, kann Tvøroyar Kommuna í síðsta standa eftir við svartaper, og einki endurgjald fáa.
- Vit kunnu ikki góðtaka, at endurgjaldið verður strikað, staðfestir Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann vísir á, at hóast landið á sinni rindaði millum 50 og 60 prosent av kostnaðinum av havnini á Drelnesi, so hevur Tvøroyar Kommuna eisini havt stórar útreiðslur í hesum sambandi.
Og sjónarmiðið um at Tvøroyri fær eina nýggja og betri havn í staðin rínur ikki við borgarstjóran.
- Samferðsluhavnin er skræddaraseymar til Smyril, og hevur einki við hetta málið at gera, slær Kristin Michelsen fast.
- Tvøroyri hevur havt stórar útreiðslur av havnini á Drelnesi, og øll árini meðan skipini hjá Strandferðslan hevur siglt har, hevur havnin í stóran mun ikki kunnað verið nýtt til onnur endamál, tí strandfaraskipini hava ligið har, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.