Ævintýrdámur í Havnar Kirkju

Herfyri var Havnar Kirkja karmur um eitt heldur øðrvísi brúdleyp, tá Guðrið í Stórustovu og Jóan Jakku Joensen góvu hvørjum øðrum jaorð. Umframt at 20 smáir alvar fylgdu teimum niðan eftir kirkjugólvinum, hevði Guðrið, saman við vinkonuni Jónu, seymað øll klæðini – bæði hjá brúðarparinum og børnunum.

Rák
Rigmor Dam
Myndir: Martin Sirkovsky

Onki varð latið upp í hendurnar á tilvildini henda dagin í september, tá ein gandakendur vakurleiki smeyg sær um reynið við gomlu hvítu kirkjuni. Inn eftir gólvinum kom brosandi brúðarparið við 20 smáum brúðarbørnum í hølunum. Brúðurin sum ein gátufør álvadrotning í hvítum havfrúgvarkjóla, nærum ósmurd og við dreadlocks í hárinum.
Guðrið hevur altíð havt serligan áhuga fyri klæðum og sniðgeving, og hon er útbúgvin klædnasniðgevi. Tí var tað ikki óvæntað, at hon gjørdi nógv burturúr visuellu heildarmyndini á hesum stóra degi.

Nú skuldi tað vera
Tað var á einari uttanlandsferð á páskum í ár, at Jóan Jakku fríggjaði til Guðrið. Tey eru bæði 35 ára gomul og hava verið saman í 4 ár. Við sær inn í hjúnalagið høvdu tey hvør sína dóttur; Jóan Jakku 10 ára gomlu Emly, og Guðrið 13 ára gomlu Nannu.
Tey 20 brúðarbørnini vóru, umframt døturnar báðar, systkinabørn, børn hjá vinfólkum, og so 9 ára gamla Bára, sum hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá Guðrið.
- Bára er fjølbrekað, og eg havi verið stuðul hjá henni í so nógv ár nú, at hon er vorðin ein partur av mær sjálvari. So hóast hon ikki fær gingið, var hon sjálvsagt eisini brúðargenta í fínum kjóla og øllum, sigur hon.
Sostatt høvdu Guðrið og bróðurkonan Jóna úr at gera til stóra dagin, tær skuldu seyma klæði til øll børnini, skjúrtuna hjá Jóan Jakku og kjólan til Guðrið.

Siga eina søgu
Gíggj er navnið á klædnamerkinum, sum Guðrið eigur saman við bróðurkonuni Jónu Dalsgarð. Í felag settu tær fyritøkuna á stovn fyri nøkrum árum síðan, og navnið Gíggj, sum merkir “at rósa”, ber eisini fremstu stavirnar í nøvnum teirra.
- Dreymurin er at sleppa at liva av at seyma og at sniðgeva – at gera tað, sum vit duga best, siga tær báðar, nú vit hittast at práta um brúdleypið og klæðini hjá Gíggj.
Stílin, sum tær leggja seg eftir er bæði ráur og romantiskur. Øll klæðini verða seymað úr natúrliga toyinum líni, betur kent sum hør.
Saman hava tær ment nakrar arbeiðshættir, sum eyðkenna klæðini, eitt nú við at applikera niður á klæðini, umframt at toyið eisini verður mýkt á ein serligan hátt.
Eyðkennið við klæðunum er, at tær hava gjørt sær greitt, at tær vilja siga eina søgu við pløggunum. Í so máta lúka tær treytirnar, sum settar verða innan sniðgeving og tað at gera sær eitt brand: at skapa eitt persónligt eyðkenni, egnan stíl og framleiðsluhátt, so ongin ivi er um, at talan er um júst hetta merkið.
Tær gera nógvar síðar gentukjólar og annars víð og romantisk klæði úr ljósum líni, við onkrum sermerki á: bond at binda ella krossa, langar flættur ella eitt øðrvísi mynstur. Klæðini minna um gamla Grikkaland, og hava ein mytiskan, lýriskan og ævintýrkendan dám yvir sær. Ein stílur, sum meir enn so kann setast í samband við fantasy-rákið, ið hevur gjørt um seg innan fleiri listagreinir seinastu árini.

Tilvitað um stíl
Vit venda aftur til brúdleypið og práta eitt sindur um stílin, sum Guðrið hevði valt til dagin. Hon greiður frá, at stílurin endiliga ikki má vera ov penur og glamourøsur, og at hon ikki ynskti at líkjast einari vanligari brúður.
- Hóast mær dámar best, at stílurin er eitt sindur trølsligur og villur, so eri eg sera tilvitað um, at klæði, taskur, skógvar og annað tilhoyr hóska saman. Tað nýtist ikki at vera sami litur, sum gongur aftur, bara sami tóni. Fyrr gekk eg høgt uppí, at til dømis skógvarnir høvdu sama lit sum blusan og sovorðið, men eg eri meira avslappað í dag. Haldi, at eg eri vorðin nógv djarvari, sigur Guðrið.
Hon viðgongur í sama andadrátti, at hon lærdi ótrúliga nógv um seg sjálva undir øllum fyrireikingunum.
- Helt ikki, at eg var so roksut, men eg má viðganga, at eg til endans hevði eina meining um nærum alt. Til dømis at brúðarparið á brúðarkøkuni ikki skuldi standa mitt á køkuni, men eitt sindur skeivt, so tað ikki virkaði so blubb.

Í evstu løtu
Í felag hava tær báðar, Guðrið og Jóna, sniðgivið og seymað kjólan, sum er úr hvítari kókaðari taisilki. Kantarnir eru kliptir til og standa ráir. Kjólin er strammur niður á knæ, har hann gongur út í havfrúarform, heilt niður á gólv. Uttan á kjólanum liggur eitt blondunet, sum Guðrið sjálv hevur gjørt úr silki, trái og perlum. Úr sama tilfari hevur hon kreera ein hvítan stola at hava um herðarnar. Til kjólan var eitt ráhvítt sleip úr tai-silki, sum hon hevði á, tá tey gingu inn eftir gólvinum. Men tað varð tikið av aftaná vígsluna.
- Brúðarkjólin var tað síðsta, sum vit seymaðu. Ein brúður klænkar seg ofta upp til sjálvan dagin, og tí nyttar tað einki at seyma kjólan leingi frammanundan. So kjólin varð seymaður einar tríggjar dagar fyri, sigur Jóna, sum eisini hevur lært innan klædnasnið. Guðrið leggur afturat, at tað hevur alt at siga, at hon kennir seg væl í klæðunum, og tí skuldi kjólin rættast til nógvar ferðir.
- Eg elski glins og glimmur, so klæði, borð, hár og lutir vórðu prýdd við smáum gimsteinum, ið skygdu í ljósinum. Harumframt var ein reyður gimsteinur seymaður inn í klæðini hjá okkum báðum og døtrunum. Hesin skuldi sjálvsagt symbolisera kærleika, sigur hon.

Serligt look
Guðrið hevur eina góða vinkonu, Siri Ann, sum er hárfríðkanarkvinna.
- Hon skilur meg altíð og visti júst, hvat eg meinti við, tá ið eg bað hana gera mær hárið, sigur Guðrið, sum endaði við at fáa eina frisuru, sum neyvan nøkur føroysk brúður hevur havt áður.
Alt undirhárið á vangunum varð rakað burtur og restin var sett í sonevndar dreadloks, sum síðani vóru prýddir við einari rúgvu av smáum gimsteinum, ið vóru límaðir á.
- Tað er so stutt fráliðið, so nú kann eg seta hárið upp í ein garvillan hanakamp, um eg havi hug, sigur hon og flennir.
Guðrið var ikki nógv smurd til brúdleypið - bert soleiðis at natúrligi vakurleikin varð undirstrikaður. Nakað av glimmur í andlitinum, ljósar eygnaskuggar og lip-gloss.
- Eg bað eina í familjuni um at smyrja mær, tí hon veit, hvat eg vil hava: vildi bara ikki síggja smurd út.
Fyri at sleppa undan at brúka mascara, litaði hon vippur og brýr nakrar dagar fyri stóra dagin og Elsa í Garði, kosmetologur, permanetaði eygnavippurnar.

--

Myndartekstir:
- Dóttur Jóan Jakku, 10 ára gamla Emly, og dóttir Guðriðar, 13 ára gamla Nanna. Kjólarnir eru úr sama silkitoyi sum tann hjá Guðrið og skjúrtan. Her sæst eisini, at allir kantar eru kliptir til, so rái kanturin kemur til sjóndar. Gimsteinar ganga aftur í klæðum, tonnum og hári.

- Brúður ella álvagenta. Hárið er rasta við síðum dredlocs.

- Havfrúgvin er komin upp á land og er rikin upp í eitt jørn - eitt satt hornaflirt.

- Ævintýrdámur í forkirkjuni. Tjúgu smáir alvar vóru um brúðarparið, øll í hvør sínum dressi frá Gíggj - sniðgivið og seymað til hvørt barnið sær.

- Guðrið hevur sjálv gjørt blondutoyið, ið liggur um allan kjólan. Teknikkurin er serligur fyri Gíggj, men tilfarið er silkitráur og perlur.

- Skjúrtan hjá slipsleysa harranum er eisini hondseymað. Her sæst týðuligt, at allir kantar eru kliptir til, og asymetriska samansetingin av knappum gevur ein sjáldsaman spenning í plagginum, sum er óvanlig hjá mannfólki. Reyði gimsteinurin, sum gongur aftur í brúðarklæðunum hjá høvuðspersónunum, er seymaður inn millum knapparnar.

- Jóna er gift við beiggja Guðrið, men umframt næstan at vera í familju, eru tær eisini systrar í sálini, sum tær taka til – og tað er ikki heilt frítt at tær minna um hvørja aðra.