Útlongsul er nakað, tey flestu kenna, men sum tey fægstu tó føra út í lívið. Ein teirra er tó Eyðun Müller Thomsen úr Havn, sum seinastu mánaðirnar hevur ferðast í Suðurameriku tvørtur um Andesfjøllini á prutli, einum sonevndum tuktuk.
Eyðun hevur verið partur av einum størri bólki, sum hevur koyrt leiðina úr Peru til Paraguay umvegis Bolivia.
Ferðin byrjaði við, at allir luttakararnir savnaðust í Huancayo í Peru, har teir nýttu nakrar til at aklimaisera seg. Frammanundan hevði Eyðun tó ferðast gjøgnum Chile og Peru og har upplivað eitt kend støð frá Inkatíðini.
- Eg og Joey úr Hálandi komu við hvør sínum flogfari úr Europa og møttust í Santiago í Chile. Teir koyrdu fram við strondini allan vegin upp til Peru. Veðrið var gott, 30 stig og meiri, men inn ímillum var glopraregn og tað pøsti niður.
Í dagbók síni, sum hevur verið løgd í á heimasíðuna hjá tiltakinum sohvørt skrivar Eyðun m.a. fyri trimum vikum síðani: - Fimm tey heitastu støðini á jørðini í síðstu viku vóru øll her í Peru. Mesti hitin var 44 stig, men annars er alt talan um býir, ið vit skulu tuktukka ígjøgnum. Eitt nú hava vit vitjað í Cusco, høvuðsstaðinum hjá inkarunum, til Ayacuchu, høvuðsbýurin hjá »Skínandi gøtuni«-guerilliaini.
Honda fyritøkan, ið skuldi útvega øll tey 62 tuktuk prutlini, hevði av einihvørjari orsøk ikki latið tey til tíðina, og tí varð ferðin útsett eina viku. Hetta gav Eyðuni og Joey, hollendska makkara hansara, stundir at uppliva ymiskt, ið teir annars ikki høvdu fingið stundir til.
Nær við avlýst
- Cotahuasi Canyon, djúpasta gjógvin í heiminum, tvær ferðir so stór sum Grand
Canyon í USA. Har er eisini heimið hjá »Land Of The Moon«, ein tríggir tímar gongutúrur á sandi og gróti beint upp á ein fjallatind, har alt líkist mánanum og har flúgva Condor fuglarnir 10 metrar yvir tær. HEILT ÓTRÚLIGT. So gott sum eingi ferðafólk koma hagar, tí tað tekur 12 tímar við bussi og koyrt verður á teimum ringastu grótvegunum man kann ímynda sær, sigur Eyðun Thomsen. Machu Picchu, gjøgnum fleiri hundrað ár fjaldi fjallabýurin í hjartanum á tí gamla Inkaríkinum, var eisini eitt upplivilsi fyri lívið hjá unga føroyinginum.
Eitt vóru so mongu upplivilsini undan sjálvanri ferðini. Men tað var ikki bara sum at siga tað at sleppa avstað. Tí nú vísti tað seg, at Honda heilt einfalt var lopið frá sáttmálanum um tey 62 tuktuk prutlini. Fyrireikararnir máttu so finna 62 tuktuks og gera nýtt pappírarbeiði upp á fýra dagar, og hetta megnaðu teir at finna djúpt inni í Amazon frumskógini. Og tá kappingin skuldi byrja, vóru allar tuktuks klárar, men pappírsarbeiðið og nummarpláturnar vórðu seinkaðar, so dag um dag vóru intensivir fundir og frustreraðir adventuristar, sigur Eyðun Thomsen.
Stórur partur av pappírsarbeiðinum skuldi prógva, at tuktukkirnar ikki vóru stolnar og at tað lættliga skuldi sleppast um landamørk.
Men endiliga var alt fingið upp á pláss og ævintýrferðin kundi byrja.
Prísurin hækkaði
Fyrstu tríggjar-fýra dagarnar varð koyrt mest sum í ongamannalandi. Einki signal til fartelefonina nakrastaðni og nærum ongar bygdir. Bara bóndir og bøur.
Fyrstu dagarnar koyrdu Eyðun og hollendski makkarin í einari konvoy við seks tuktukkum, men tíðin og vegirnir fóru illa við prutlunum, og skjótt máttu teir siga farvæl til ta einu, sum endaði á verkstaði.
Sovið varð í tjaldi um næturnar, men ta einu náttina var sovorðið illveður, at teir endaðu á einum hostel.
- Allur streymurin var farin i hesum býnum, Huanta, men vit fingu ein bilskúr at tveita allar tuktuks inn í, so tað var perfekt, sigur Eyðun.
Veðrið hesa ársins tíðina er ógvuliga skiftandi. Tað kann vera sól og summar ta einu løtuna og tropiskur stormur løtu seinni, so tú noyðist at leita tær le.
Morgunin eftir hesa ódnarnátt, fór tuktukkin hjá teimum báðum í verkfall. Hon vildi bert í fyrsta gear, og tað var ein trupulleiki, sum eingin teirra megnaði at fáa greiði á.
- Vit sluppu so uppí ein lastbil, sum skuldi koyra okkum til næsta bý, har vit fingu ókeypis hjálp frá fyritøkuni, sum eigur tuktuk prutlini, sigur Eyðun víðari.
Men ikki gongur altíð sum prestur prædikar. Teir høvdu bert koyrt eina løtu, tá lastbilførarin broytti avtalaða prísin frá 70 soles til 700 soles.
- Vit søgdu bums nei og máttu so taka tuktukkin avaftur lastbilinum. Har stóðu vit so strandaðir. Koyrdu so fýra kilometrar í fyrsta geari, til vit komu til ein lokalan mekanikara í bygdini Uripa. Tað var ein 21 ára gamal drongur, sum hevði lært seg sjálvan við at lesa bil- og lastbilsmanualir. Hann rippaði allan motorin sundur og buldraðist frá klokkan 11:00 til 20:00, tá virkaði endiliga aftur. Men nú var ov myrkt at koyra, so vit máttu yvirnátta har, sigur Eyðun.
Men teir høvdu latið hinum sítt tjald, so teir máttu sova sum frægast. Helvtin av Eyðuni inni í tuktukkinum og Joey undir honum.
Einki samband
Tíðliga morgunin eftir fóru teir so aftur til stroks niðan brekkuna, men teir vóru ikki komnir meiri enn einar 40 kilometrar, so var sami trupulleikin har aftur. Og nú var hann enn verri, tí nú lak tuktukkin olju sum ein sold.
Aftur vóru teir strandaðir, hesaferð í ongamannalandi, men lukkutíð kom ein lastbilur fullur av korni framvið og tók teir við til næsta bý. Har var tó eingin mekanikari, so teir máttu bíða, til teir aftur fingu eitt lift til býin Cusco.
- Aftur varð allur motorurin rippaður sundur sum hann var. Teir seta so saman aftur sum tað skal og leggja so leiðina móti Puno, Lake Titicaca og markinum til Bolivia.
Men teir eru kortini ikki teir einastu, ið hava trupulleikar at stríðast við. Tvær gentur rendu ein av fyrstu døgunum teirra tuktuk í eitt hol í vegnum. Prutlið bóltaði tvær ferðir runt og fleyg út av vegnum einar hundrað metrar beint niður í eina á. Tíbetur vóru genturnar dotnar úr áðrenn, og tær høvdu tað gott eftir óhappið.
Teir báðir fingu so sínar makkarar aftur og fylgdust síðani inn í Bolivia.
Eftir at teir komu inn í landið, høvdu teir einki samband á fartelefonini og sluppu heldur ikki fram at nøkrum interneti í fleiri dagar, so tað var ikki sørt, at familjan heima í Føroyum var eitt sindur bangin um Eyðun.
Teir komu til bolivianska høvuðsstaðin La Paz 10. november og máttu aftur finna ein mekanikara. Tað vóru fimm tuktuks, sum fylgdust, og tað var í heilum, at okkurt var galið við onkrum teirra.
Hetta var tó skjótt umvælt, og síðani varð leiðin sett móti Salar De Uyuni – The Salt Plains – ið er heimsins størsta saltoyðimørk.
- Tað tók okkum næstan tveir dagar at koma til saltoyðimørkina. Bara leiðin til sjálva saltoyðimørkina var so hørð, at tað nærum tók ondina úr summum okkara. Vegurin var avgjørt ikki gjørdur til eina tuktuk, kilometur eftur kilometur av sandi og avgjørt einki annað. Bakandi sól og aftur og fram at skumpa, lyfta og toga, 11 tímar tók tað út í eitt i at koyra teir bert umleið 40 kilometrarnar, greiðir Eyðun frá.
Sluppu ikki inn í Argentina
Í øllum hesum sandinum vóru hundraðvís av smáum tornadoum at síggja so
langt sum eygað rakk, og teir sluppu eisini at koyra beint ígjøgnum eina, sum teir hildu var fantastiskt.
- Tá vit langt um leingi vóru komnir yvir harða stríðið og høvdu sovið væl, gekk leiðin gjøgnum heimsins størsta saltøki. Frá einum enda í annan tók tað okkum seks tímar at koyra. Hetta var avgjørt eitt av hæddarpunktunum á túrinum, heilt fantastiskt. Tú sært bara kritahvítt so langt sum eygað sær. Í saltoyðimørkini er nógv arbeiði, meginparturin til útflutnings, og vit máttu entá spyrja um veg hjá einum av arbeiðaranum har, sigur Eyðun.
Eftir at hava koyrt gjøgnum saltoyðimørkina komu teir upp í fjøllini. Nú var tað sandur og runa og nógvur vindur, men regni sluppu teir undan.
Fjallakoyringin fór eisini illa við tuktukkunum, og teir slitu ketur í heilum. Teir máttu improvisera og skoyta keturnar umaftur og umaftur, tannhjólini vóru boygnað, men at enda fingu teir ein mekanikara at umvæla.
Einaferð koyrdu teir eisini skeivt einar 30 kilometrar, og hildu beint móti argentinska markinum heldur enn paraguayska.
- So vit royndu at kroysta okkum inn um markið við okkara tuktuks. Vit stemplaðu okkum út úr Bolivia og inn í Argentina, men tá vit so skuldu stempla okkara tuktuks
inn, høvdu vit ikki røttu eigaraskjølini upp á tær, eingi skjøl, sum søgdu, at vit høvdu loyvi at koyra teir. Tollurin í Peru til Bolivia hevði givið okkum skeiv skjøl, so nú høvdu vit knappliga ólógligar tuktuks við okkum, sigur Eyðun.
So inn aftur í Bolivia, men eisini tá vóru trupulleikar, so vit sótu sum kánus sum í ongamannalandi. Eftir drúgvar samrøður og hjálp frá stigtakarunum sluppu vit loksins innaftur í Bolivia og síðani við fullari ferð móti paraguayska markinum.
Ólíðiligur hiti
Sjálvt um marknaðarvaktirnir undraðust á, at teimum varð bannað atgongd inn í Argentina, so gekk tó væl at koma inn í Paraguay. Og við hesum skifti landslagið eisini.
- Eftir at hava koyrt í fjallalendi og á sandi, var alt nú knappliga gras og skógir við risatrøum. Vit kavaðu eftir einum degi úr 4000 niður í 1000 metra hædd, og hitin var øgiligur, sigur Eyðun Thomsen.
Veðurumskiftið var munandi, og frá at verða í fleiri løgum av klæðum og vøttum, koyrdu teir nú í shorts og T-shirtum, og hitin rakk heilt upp í 55 stig.
Tá vit komu til markið til Paraguay var eitt verri skil. Fólk byrjaðu at dehydrera, høvdu onga orku og fingu ikki luft, og tá vit koyrdu avstað, var tað sum ein hárturkari hekk beint framman fyri og blásti heita luft í andlitið. Frá markinum til næsta bý tók einar seks-sjey tímar, og har var hvørki matur ella drekka, og eingin verja fyri sólini, sigur Eyðun Thomsen.
Nú var asfalt at koyra á, men hetta var kortini so heitt, at tað voldi aðrar trupulleikar, og skjótt so brustu dekkini av hitanum.
- Vit endaðu dagin í bilskúrinum hjá einum mekanikara. Vit høvdu brúkt allar eykalutirnar, og tí var einki annað at gera enn at sleipa, slitnaði ein keta. Serliga í The Grand Chaco í Paraguay, ið veruliga er ongamannaland, gekk alt galið, og í øllum hitanum, ið var, kundi tað ikki verði verri, sigur Eyðun Thomsen.
8 av 62
Hetta førdi so til, at teir avgjørdu ikki at koyra um dagin meira, men bert um morgunin, kvøldið og náttina.
- Trupulleikin um náttina var sjálvandi, at um eitt hjól brast ella ein keta slitnaði, var so bølamyrkt, og tendraði tú lyktina, varð tú undirdýktur í túsundtals flogkyknum. Heldur ikki skorpiónum sluppu vit undan, sigur Eyðun Müller Thomsen.
Dagin eftir var tað beina kós og við fullari ferð eftir landsvegnum allan vegin til Asuncion, høvuðsstaðin í Paraguay, har teir komu klokkan 17.30 sunnudagin 22. november.
- Vit funnu eitt hotel, parkeraðu okkara tuktuk framman fyri einum svimjihyli og lupu so útí, sigur Eyðun.
Ferðin strekti seg tilsamans 4.436 kilometrar úr Huancayo í Peru til Asuncion í Paraguay, og tók teimum báðum 22 dagar at koyra. Og hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur koyrt strekkið á einari tuktuk.
- Vit hava upplivað alt frá gróti, kava, sandi, salti, runu, frumskóg, tornadoum, sandstormi, storum áum, asfalti, í lastbili og hvat man enn kann hugsa sær, sigur Eyðun.
Tað eru fleiri ræðusøgur frá túrinum, millum annað tá tuktukkin endaði í einari stórari á, onkur annar kom so illa til skaða, at hann bleiv flogin beinleiðis heim til Onglands.
- Men fyri okkum – banka undir borðið – hevur alt gingið super, hóast tað hevur verið mega strævið leggur ein glaður og íðin Eyðun aftrat.
Av teimum 62 pørunum, sum byrjaðu túrin, gjøgnumførdu bert tey 8, og harímillum Joey og Eyðun Müller Thomsen, sum nú hevur upplivað sína dreymaferð á tuktuk um Andesfjøllini. Eyðun og Joey vóru næsta parið, sum kom á mál.
Ferðin varð gjørd í samstarvi við hjálparfelagsskapin Operation Smile. Hvørt luttakandi parið skuldi rinda 10.000 kr. til arbeiðið hjá felagskapinum, sum m.a. er at skurðviðgera børn við haruskári. Mong hava stuðlað ferðini, einstakligar, feløg oo. Eitt nú hevur heimasíðan hjá ungdómsblaðnum MESS verður høvuðsstuðul. Aðrir sponsorar hava verið Førarasetrið, har Eyðun tók koyrikortið til tuktuk, Sosialurin, Rás2, Expert oo.
Eyðun Müller Thomsen letur heilsa úr Suðuramerika og takkar øllum fyri stuðulin. Hann hevur tað gott og fer nú at uppliva aðrar partar av Suðuramerika.
At seta í kassa:
Leiðin umvegis teir størru býirnar
Peru
Huancayo - Ayacucho - Abancay - Andahuaylas - Cusco - Puno
Bolivia
La Paz - Oruro - Challepata - Salinas - Jiriri - Uyuni - Tupiza - Villazon - Tarija - Villamontes
Paraguay
Mariscal - Filadelfia - Asuncion