Virði í menniskjanum

Øll menniskju hava virðir og evni, sum kunnu mennast. Eitt menniskja hevur ikki virði í tí, tað er, men tí tað er. Hon mælti til miðvíst at geva menningartarnaðum rætt til bústað og arbeiði, og at fáa greiningarmiðstøð setta á stovn

Klaksvík:
Á flokstinginum hjá Tjóðveldisflokkinum um vikuskiftið helt Malena Arnholdsdóttir, forkvinna í Javna fyrilestur. Hon hevði eina gjøgnumgongd av søguni hjá Javna. Hon greiddi frá, hvat Javni er, frá virkseminum hjá Javna og framtíðarætlanum og ynskjum hjá felagnum.
Somuleiðis greiddi hon frá, hvussu tað er at vera foreldur at einum menningartarnaðum.
Heitið á flokstinginum hjá Tjóðveldisflokkinum var virðisøking av tilfeinginum. Og varð Malena hildin at vera uppløgd til at halda fyrilestur við atliti at teimum menniskjaligu virðunum.
? Tjóðveldisflokkurin vil hava eitt samfelag, har øll hava sama rætt og møguleika til at mennast, sigur Høgni Hoydal, formaður floksins.
Hann heldur, at Malena kom avbera væl frá sínum fyrilestri, og við teimum trimum gestarøðarunum heldur hann, at flokkurin megnaði væl at fáa virðisøkingina av samfelagnum lýsta ? bæði hvat viðvíkur vinnuni, altjóða og menniskjasliga tilfeingið.
Tað vóru ikki so nógv fólk og lýddu á, men fyrilesturin var áhugaverdur, og aftaná var eitt orðaskifti, har fólk fingu høvi til at gera viðmerkingar og seta spurningar.
Ikki óvæntað, kom orðaskiftið eisini at snúgva seg um nógv umrøddu skanningarnar av downssyndromi.
Malena sjálv meinti, at komandi foreldur áttu at verið spard fyri at skula taka støðu til, um tey skuldu velja eitt brekað barn til ella frá. Hon vísti á, at í hesum føri kann vísundin hvørki gera frá ella til.
- Vísundalig framstig eru kærkomin, tá tey kunnu verða við til at lekja ella hjálpa uppá sjúku ella brek. Tað kunnu tey ikki í hesum føri. Skanningar fyri downssyndrom kunnu bert staðfesta brekið og síðani verða við til at loyva fosturtøku, segði Malena.

Skeivar niðurstøður.
Orðaskiftið tók eina heldur øðrvísið vend, tá ein pápi greiddi frá, hvussu hesar skanningar eisini kunnu koma til skeivar niðurstøður. Fyrsta skanningin av teirra fostri vísti, at barnið fór at vera fjølbrekað, um tað yvirhøvur livdi. Ein seinni skanning vísti hinvegin, at onki var galið. Og í dag eiga tey eina fríska og sunna dóttir.
Maðurin greiddi frá, at um hann og konan ikki høvdu havt orku og fíggjarligar umstøður til at fara uttanlanda at fáa eina aðra skanning, høvdu tey uttan iva valt fosturtøku, tí útlitini fyri heilsuni hjá dótturini vóru vónleys. Hann vísti á, at øll ikki hava somu umstøður, at biðja um eina aðra meting av hesum skanningarúrslitum, tí tað er bæði orkukrevjandi og kostnaðarmikið.
- Í ringasta føri kann hetta hava við sær eina órættvísa og óhugnaliga gongd, har tað verða sosialar umstøður sum gera av, hvørjar upplýsingar fólk fáa at taka støðu út frá, segði hann.

Tolsemi.
Annars tóktist breið semja at vera um, at brekað børn eiga at sleppa at ganga í vanligum skúla so leingi til ber.
- Hetta snýr seg ikki bara um tey brekaðu, men eisni um eina hugburðsbroyting í restini av samfelagnum. Ein slík kemur ikki eftir einari løtu og bara, um vit hava tey brekaðu ímillum okkum í gerandisdegnum, segði ein av áhoyrarnum. Kvinnan, ið sjálv er lærari, visti av egnum royndum, at í skúlaflokkum, har brekað børn eisini eru, er tolsemið mótvegis teimum, ið onkusvegna eru øðrvísi, munandi størri.

Menniskjalig virði.
Til seinast tók Malena Arnoldsdóttir samanum við at minna á, at grundleggjandi snýr hetta kjakið seg, hvat slag av samfelag vit vilja hava.
- Tað er onki at dylja yvir, at tey brekaðu hava lægri status enn onnur í okkara nútímans samfelag. Men tað kemst av, at samanberingargrundarlagið er skeivt frá byrjan. Tey verða mett út frá tí, teimum vantar í mun til onnur og ikki út frá egnum treytum. Men vit eiga at minnast til, at menniskju hava jú ikki virði í tí, tey eru, men tí tey eru, segði forkvinnan í Javna at enda.