Ávirkan á avgerðir

Klæmint Olsen

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu er snøgg og upplýsandi. Eitt stórt lýti hevur hon tó: Lítið og einki verður sagt um politiska virksemið í býráðnum. Frásagnir frá býráðsfundum finnur tú, men ikki frá nevndarfundum. Tær eru loyniligar. Einki forðar annars fyri, at slíkar frásagnir eisini eru almennar. Tað er vanligt í øðrum londum.

Hetta ger, at illa ber til at fylgja politisku tilgongdini. Eingin møguleiki verður fyri ávirkan hjá vanliga borgaranum. Gav tað at bíta, tá ið Rás Tórshavn varð sløkt. Høvdu fólk havt frænir av tí, ið var á vási, so hevði neyvan endað soleiðis. Men málið varð avgreitt uttan býráðsfund. Sig so tað!

Fjølmiðlarnir tykjast hava lítlan áhuga fyri tí, ið fyriferst í Tórshavnar kommunu. Útvarpið sendir regluliga úr Klaksvík og Suðuroy, men tað er so eiðasørt, at nakað hoyrist úr Havn. Býráðið átti sjálvsagt at kent tað sum sína skyldu at kunnað um størri mál og fingið eitt orðaskifti í lag, t.d. við at skipa fyri almennari hoyring. Tíverri bendir mangt á, at býráðið ikki er áhugað í slíkum. Og hóast Jógvan og Leivur kanska gera okkurt glepsið, so er tað Jan, ið hevur buktina og báðar endar. Meirlutin ræður.

Kanska er ein serlig grund at hava hesa duldu dagssskrá. Avgerðirnar, ið tiknar verða, eru nevniliga í nógvum førum tilvildarligar og lítið undirbygdar. Tórshavnar kommunan veit snøgt sagt ov lítið um seg sjálva. Hagtølini eru ov fá - m.a. eru ongar veruligar forsagnir um fólkavøksturin - og heildarætlanir vanta á øllum økjum.

Eitt komandi býráð má miðvíst byggja upp eina vitan á viðkomandi økjum og gera hóskandi heildarætlanir. Slíkar ætlanir eiga sjálvsagt at verða lagdar fyri borgararnar til umrøðu, áðrenn endalig avgerð verður tikin.


Sjálvstýrisflokkurin