Virksemi á fleiri havnaløgum í kommununi

Á Skála er mesta virksemið kring um skipasmiðjuna, men har er eisini annað virksemi við havnarlagið.

- Á Skála er tað mesta virksemið kring um skipasmiðjuna hjá MEST. Articon, El-Service og upphøggingarfelagið hjá Tórleifi Hansen virka eisini á havnarlagnum í bygdini.

 

Tað sigur Runavíkar havn, nú hugt verður aftur yvir árið, sum fer.

 

- Søldarfjørður stendur fyri eini javnari og góðari inntøku, serliga umvegis oljutangarnar í bygdini, sum veita olju til eitt stórt øki í landinum umframt bunkringar av skipum.

 

Lagt verður aftrat, at saltgoymsla eisini er á havnarlagnum í Søldarfirði, og nakrar ferðir um árið koma saltdamparar á Søldarfjørð við farmi úr Miðjarðarhavslondum.

 

- Nógv alivirksemi er á støðni í Lamba, alifiskur verður tikin uppá land í Oyndarfirði, har fiskaarbeiði eisini er, og umframt alivirksemi og taravirksemi á Funningsfirði, er rættiliga regluligur farmaflutningur nú inn á fjørðin við viði til plattaverksmiðjuna hjá John Kjeld og felagi hansara, Atlantshav, sigur Runavíkar havn.