Tað var serliga eftir tiltiknu PISA kanningina, at fólk fóru at umrøða føroyska fólkaskúlan. Heldur enn rós ella eggjan, bar kjakið brá av svartskygni, og fleiri vóru, sum hildu, at fólkaskúlin ikki var nóg góður. Tó var ein glotti at hóma; øll vóru á einum máli um, at okkurt mátti broytast - so avgjørt.
Føroyar, ein av teimum bestu
Í kjalarvørrinum av PISA kom visión 2015 undan kavi. Eitt dygdarverk, sum er væl orðað, og visiónin má sigast at vera sera greið. Tó ivist eg, um avvarðandi í fjøltáttaðu skipanini - sum skúlin er - hava gjørt sær greitt, hvussu nógv hetta krevur.
Á heimasíðuni www.2015.fo, sum avgjørt verd er at vitja, havi eg hug at steðga við eina serstaka orðing: “Føroyar skulu innan 2015 verða millum tey fremstu í heiminum innan fyri undirvísing í fólkaskúlanum...” Stutt og greitt, men gævið satt at málið kundi verið rokkið eins stutt og greitt.
Skúlin sera samansettur
Tá ið vit siga fólkaskúli, lýsa vit júst tað, sum liggur í orðinum. Hetta er fólksins skúli. Øll eiga skúlan og hava ábyrgd av næmingunum, sum her hava sína dagligu gongd. Tó vísir tað seg dagliga, at øll kenna als ikki hesa ábyrgd.
Fólkaskúlin er sera samansettur og eru tað nógv ymisk lið, sum geva okkum lidnu myndina av skúlanum. Fyrst Mentamálaráðið og kommunan, síðani leiðsla, lærarar, næmingar, foreldur og afturat hesum allir teir ymsu tættirnir, sum í dag eru vorðnir náttúrligir partar av undirvísingini.
Eg kundi væl farið í smálutir, men í stuttum er hetta langt frá stutt og greitt. Tað sigur seg sjálvt, at í einum verki við ótalligum liðum skal miðvíst arbeiði til, har øll kenna sítt pláss og sína uppgávu.
Øll mugu gera sítt
Skal skúlin verða ein av heimsins bestu, er tað als ikki nóg mikið, at bert ein ella nakrir av pørtunum taka neyðugu tøkini. Tað skulu allir gera. Í stóru myndini er tað ikki ein bólkur, sum hevur minni ella størri týdning. Allir eru við til at geva næminginum ein góðan, spennandi og mennandi skúladag - tað er jú næmingurin sum, tá alt kemur til alt, er tann, sum vísir endaliga úrslitið.
Visiónin er greið
Eg haldi, tað er rætt at hava greið mál. Tá so Visión 2015 vil hava føroyska fólkaskúlan upp á hægri støði, er skrivaða visiónin svart á hvítt tó ikki nóg mikið. Um tey, sum hava ávirkan og ábyrgd ikki føra hana út í verkið, er visiónin deyð. Visiónin skal inn í hjartað á fólkinum, her skal hart arbeiði, krøv og nýhugsan til - ein hugburðsbroyting.
Vit skulu síggja fólkaskúlan við visiónsbrillum, síggja eitt gott fakligt støði, foreldur og avvarðandi sum eggja og skapa góðar umstøður í heiminum, næmingar sum arbeiða og lærarar, sum seta eina góða, greiða og mennandi dagsskrá. Allir partar skulu til arbeiðis og arbeiða miðvíst og arbeiða saman, um vit skulu koma á mál. Á fleiri av umrøddu økjum eru vit eftirbátar.
Ikki óavmarkaðar pengar
Vit liva í einum lítlum og viðkvomum samfelagi, sum, í verandi støðu, ikki hevur møguleikar at seta óavmarkaðar pengar í skúlan. Hetta mugu vit bara síggja í eyguni. Tá hetta er sagt, haldi eg tó, at pengar eru langt frá tað einasta, sum skal til. Tí hvar síggja vit viljan at fremja visión 2015 í verki? Eg haldi, at okkum manglar eina greiða virkisleið, viljan og eldhugan. Hetta er eitt so mikið høgt mál, at eg dugi illa í mínum dagliga arbeiði sum lærari at síggja, at allir partar skilja, hvat hetta vil siga.
Eg havi eisini hug at spyrja: Hví skal málið fyri føroyska fólkaskúlan verða, at vit skulu vera best í heiminum? Latið okkum byrja við at fáa næmingar rættstundis, mettar og útsvøntar í skúla og at gera skúlating. Afturat hesum at hava taskuna fulla av bókum og kravdu amboðunum, teir skulu brúka. Á ein ella anna hátt eru vit ikki komin longri enn hetta. Slík virðing fyri skúlanum er minsta krav og neyðug fyritreyt, um vit skulu gera okkum nakrar dreymar um at koma longur fram á leið.
Eftir míni meting krevur visiónin hamskiftan hugburð - vilja vit hetta?