Visjón og traditión

Jógvan við Keldu, Fólkaflokstingmaður í Norðoyggjum.


Okkara holla og bókliga vælútbúna fólk eigur framvegis
at koma við ráðum, men givið er, at hugsast skal um, at
visjónir bert geva úrslit, um tær samfelt eru tengdar at
strategi og arbeiðsmentanarligum veruleikum.

Tað er við ávísum spenningi fylgt hevur verið við frágreiðingum frá strategibólkum í samband við visjón 2015. Ein visjónsætlan er altíð bæði viðkomandi og neyðug.

Menning av einum landi, kanska serstakliga lítlum landi, er samansjóðing av visjón, strategi og ikki minst arbeiðsmentan við royndum. Hetta verður okkara vinnu- og handilslív konfronterað við hvønn einasta dag.

Hesir tríggir grundstólpar gera samfelt, at nýhugsan við visjón hevur botn í veru-leika, at strategi verður bygd á traditión og, at arbeiðsmentan fylgir hesum upp.

Tað vit eru góð til
Fyri nú mongum árum síðani fór stóra oljufelagið Exxon at selja og marknaðarføra teldur, so meira kundi fáast burturúr. Hetta gav satt fíggjarligt bakkast. Teir vóru noyddir at gevast. Orsøkin var, at teir ætlaðu at reka teldufyritøkuna á sama hátt sum oljufyritøku. Um somu tíð fór kenda amerikanska elektronikkfelagið RCA at ráðgeva í fíggjarátøkum og at leiga bilar út. Úrslitið segðist, at stjórnarskrivstovurnar fingu nakrar løgnar musikalskar skrivstovustólar, ónøgdar meðarbeiðarar og vinningurin fekk álvarsamt skot niðureftir. Her var betri at flýggja enn at falla.

Føroyar hava seinastu árini fingið fólk við hollari bókligari útbúgving aftur úr útlond-um, úr t.d. Keypmannahavn og London. Mong hava fingið føst størv á almennum skrivstovum. Hesi fólk eru komin landi okkara væl við á meiri enn ein hátt.

Hinvegin er tað kent um allan heim, at tað eru einstaklingaavrikini, sum gera munin. Her kundi verið nevndir eitt ótal av einstaklingum, sum fulkomiliga broyttu okkara lívsmynstur. Liðavrik er ikki júst tað, ið hevur hepnast best hjá okkum.

Eingin veit alt
Fyri 40 árum síðani var sagt av einum kapasiteti innan fiskivinnuna, at saltfiskur er ein saga blot, aðrir fiskimenn, sum eg hevði og framvegis havi stóra respekt fyri, søgdu um somu tíð, at útróður verður eingin eftir um 20 ár. Hesar útsagnir eiga at siga okkum nakað, tær kunnu ikki bara kveistrast til viks.
Fyri stuttum las eg grein í danska blaðnum Eksportfokus um menningina í Estlandi á KT-økinum, at røturnar til projektið Skype, sum varð selt fyri tvítals milliarda upp-hædd til USA, júst vóru í hesum landi. Hyggur tú víðari eftir orsøkini, vísir tað seg, at við hollari útbúgving saman við eini traditión innan KT-vinnuna heilt aftur í sovjet-tíðina, hava hesir lagt seg í oddin. Traditiónin telur meira enn vit mangan hugsa.

Lurti eftir Óla
Umráðandi er, at vit byggja á ta traditión vit hava, at vit kanna og granska innan fiski-vinnu, samstundis sum vit brúka tíð til at víðka okkum til aðrar tættir. Tí taki eg so hjartaliga undir við Óla Jacobsen, formanni í Fiskimannafelagnum, at skulu broyting-ar gerast, skulu tær gerast við skili og yvir ikki einans trý ár, men yvir eitt nógv longri tíðarskeið. Avtøka av ymiskum afturberingum til fiskivinnuna er ikki einføld.

Nú veit eg ikki, hvussu harðliga Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum meinti tað sum hann segði, tí ein kann fáa varðhugin av, at sum skjótast fáa studningin avtiknan, føroyingar í land so hesir gera annað arbeiði og útlendingar at manna skip og bátar, tí samstundis er komið fram, at fáa ein opnan arbeiðsmarknað millum Føroyar og ES. Vit skulu hava í huga, at um kanska ikki so nógv ár, verður Turkaland limur ES. Við hesum landinum koma trupulleikarnir at økjast í stórum. Latið okkum vera varðin.

Jan Mortensen segði fyri tíð síðani, at føroyingar hava tað, at teir fara fram til krossveg, hyggja báðar vegir men fara hvørgan. Hetta er væl sagt. Møguliga tí vil hann koma við nøkrum, sum fullkomiliga brýtur av frá hesum veruleika. Men haldi, at Jan er farin nakað langt í sínum útsagnum, tí er tað hetta hann meinar, er tað harmiligt, vandamikið og veruleikafjart.

Sjálvandi skal okkara holla og væl útbúnað fólk koma við ráðum, men givið er, at hugsast skal um, at visjónir bert geva úrslit, um tær samfelt eru tengdar at strategi og arbeiðsmentanarligum veruleikum.