Óvist, hvussu stóran skaða nýggja ferjulegan fekk

Pihl&Søn, ið stendur fyri arbeiðinum at gera nýggju ferjuleguna til Norrønu, hevur enn ikki fingið greiðu á, hvussu umfatandi skaða arbeiðið fekk í illveðrinum sunnunáttina. Fyritøkan arbeiðir tó framvegis ímóti at fáa arbeiðið liðugt til ásettu tiðina.

Enn er ikki greitt, hvussu stóran skaða arbeiðið við at gera nýggju ferjuleguna til Norrønu á Bursatanga í Havn fekk í illveðrinum um vikuskiftið. Menn frá Pihl&Søn, ið stendur fyri arbeiðinum, hava verið og kannað viðurskiftini, men enn finst einki yvirlit yvir skaðan, ella um hann fer at seinka arbeiðinum.
Jan Hoffman, sum er leiðari, ella projekt-koordinator, fyri øllum arbeiðum hjá Pihl&Søn í Føroyum, sigur, at enn er ov tíðliga at meta um skaðan.
- Fólk hjá okkum hava hugt at skaðanum, men enn hava vit ikki gjørt nakrar meting av, hvørjar avleiðingar skaðin hevur fyri samlaða arbeiðið, sigur Jan Hoffman. Hann leggur afturat, at tíðindini um at arbeiðið møguliga verður seinkað í fleiri mánaðir, eru reinar gitingar.
- Vit hava onki yvirlit yvir skaðan enn, og tí ber ikki til at siga, um arbeiðið verður seinkað. Vit arbeiða tó framvegis ímóti at ferjulegan skal kunna takast í nýtslu sum avtalað, tann 20.marts næsta ár, sigur Jan Hoffman.
Leiðslan í Pihl&Søn skuldi á fund um málið seinnapartin týsdagin, eftir at blaðið var farið til prentingar. Og tá væntaði Jan Hoffman eisini at fáa eina frágreiðing um, hvussu umfatandi skaðin er.

Kann koma illa við
Jákup Suni Joensen, formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at skaðin á arbeiðið at gera nýggju ferjuleguna ikki er eitt mál fyri Havnanevndina, í øllum føri ikki í fyrstu atløgu.
- Vit hava eina avtalu um, at ferjulegan skal vera liðug 20.marts næsta ár. Vísir tað seg, at tíðarætlanin verður seinkað av óhappinum sunnudagin, so hava vit ein trupulleika, og tá má málið takast upp politiskt, sigur Jákup Suni Joensen.
Formaðurin í Havnanevndini sigur, at tað kemur sera illa við hjá Tórshavnar Havn, skuldi tað víst seg, at arbeiðið verður nógv seinkað. Nýggja Norrøna er so mikið stór, at einasta staðið, hon kann liggja, meðan ferðafólk og bilar fara í land og um borð, er við ferjuleguna, ið nú verður gjørd.
Tórshavnar Havn hevur higartil brúkt umleið 10 milliónir krónur til uppíbygging og styrking av verandi kai, og tá nýggja ferjulegan og rampan er gjørd inni í krókinum við Bursatanga, er kostnaðurin komin uppá umleið 30 milliónir krónur. Ein ætlan er gjørd, ið ber í sær, at nýggi Smyril kann liggja uttanfyri rampuna til Norrønu, men fyribils er gongd ikki komin á hesa ætlan, ið sostætt ikki er íroknað tær 30 milliónirnar. Ætlanin bíðar framvegis eftir, hvør skal gjalda fyri atløguplássið hjá nýggja Suðuroyarskipinum ? Tórshavnar Kommuna, landið, ella báðir partar í felag.
Í næstum verður eisini farið undir at taka niður bygningin hjá Strandferðsluni á bryggjuni. Umleið tveir triðingar av bygninginum skal burtur, so bara sjálv Farstøðin stendur eftir. Eisini skal byggjast eitt 16 metra høgt móttøkutorn og ein gongubrúgv til ferðafólk við Norrønu. Upprunaliga var ætlanin, at Tórshavnar Havn, Smyril Line og Strandferðslan skuldu eiga henda bygning í felag, men nú avtornar verður Tórshavnar Havn einsamællur eigari. Kostnaðurin av móttøkutorninum, gongubrúnni og øðrum í hesum sambandi er mettur til góðar 17 milliónir krónur.