Tað er stórur spenningur upp undir Løgtingsfundin í dag, har ætlanin er at atkvøða um illa umstríddu fiskivinnunýskipanina.
Tingfundurin skuldi byrjað nú klokkan 9.30, men tað hevur kynt enn meiri undir spenningin, at hann er útsettur, tí tað hevur ikki eydnast øllum tinglimum at sleppa til Havnar fyri veður. Tey eru tó á veg, og tingfundur verður seinni.
Annars er stóri spenningur um samgongan yvirhøvur verður fullmannað í dag. Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum, sum ongantíð hevur viljað sagt, um hann tekur undir við fiskivinnuuppskotinum, er farin av landinum, og hann vildi heldur ikki siga um hann kallaði varafólk á ting fyri seg í dag.
Varafólkið hjá Kristini Michelsen er Bjørg Dam, men hon vil hvørki vátta ella avsanna um hon hevur fingið tingboð í dag.
Tað hevur eisini ljóðað, at Kristin Michelsen og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum hava gjørt avtalu um at uppviga atkvøðuna hjá hvørjum øðrum. Tað merkir, at Kristin Michelsen fer ikki at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanina og afturfyri fer Magni Laksáfoss at halda seg burtur, so tað kemur út upp á eitt.
Men Magni Laksáfoss hevur onga viðmerking.
Og sum rosinan í pylsuendanum ljóðar, at verður samgongan ikki fullmannað, fer andstøðan at rýma av tingi, tí so tingið heldur ikki mannað til at atkvøða.