BYGGING
Ì Sosialinum í gjár stóð at lesa um eitt byggimál við Marknagilsvegin. Sp/f Àtak byggimeistari, sum Torkil við Sandá eigur, ætlar at gera ein íbúðarblokk á matrikul nr. 1102 a við Marknagilsvegin.
Talan er um ein bygning, sum skal hýsa fimtan íbúðum ? fimm á hvørjari hædd. Hæddin á bygninginum skal eftir ætlan verða tíggju metrar.
Støðan er nú tann, at endaliga byggiloyvið ikki er latið. Sostatt er arbeiðið ikki steðgað, men heldur ikki komið ígongd.
Sjálvur heldur Torkil við Sandá viðgerðina vera løgna.
?Eg havi fingið øll loyvi higartil, og tað var umsitingin sjálv, sum skeyt upp, at eg skuldi byggja í trimum hæddum, sigur Torkil við Sandá, sum sigur seg hava fylgt øllum ynskjum, kommunan er komin við.
Hann hevur keypt økið fyri eina millióna upphædd, og hann hevur nýtt fleiri hundraðtúsund krónur til at gera klárt, teknigar og annað.
Hann ger greitt, at verður byggingin steðgað, so fer hann at krevja endurgjald frá kommununi.
Hann hevur fingið principielt byggiloyvi frá býráðnum, men tað er óvist, hvussu hetta skal tulkast.
Jan Christiansen, borgarstjóri, metir, at eitt principielt byggi merkir, at málið er liðugt viðgjørt politiskt, og tann, ið ætlar at byggja, skal bert halda seg innanfyri tær ásetingar, sum eru galdandi.
Torkil við Sandá skilir tað soleiðis, at hann hevur fingið loyvi til at byggja bygningin í trimum hæddum, men kann ikki fáa endaligt loyvi fyrr enn allar tekniskar ásetingar við kloak og øðrum eru lagdar fyri býráðið.
Torkil heldur ikki, at ein tíggju metrar høgur bygningur er nakað serliga stórt.
?Hetta er ikki størri enn eini vanlig sethús í trimum hæddum við kjallara, og tann niðasta hæddin liggur undir partvíst undir vegnum, sigur Torkil við Sandá.
Íbúðirnar verða eftir ætlan 62 fermetrar til støddar og lyklaklárar við øllum hvítvørum, gólvi og málað.
Málið liggur nú hjá umsitingini í býráðnum. Ein borgari hevur sent býráðslimunum eitt skriv, har spurnartekin verða sett við byggingina. Spurt verður eftir, hvat slag av øki talan er um. Sambært umsitingini hjá býráðnum er talan um eitt C 3 øki, og har verður loyvt íbúðarbygging av hesum slag.
Sambært borgarstjóranum er eingin samtykt, ið forðar einum tíggju metrar høgum bygningi á økinum, men korini skal umsitingin kanna málið, og tað er framvegis óvist, hvør lagnan verður.
?Umsitingin fer nú at kanna málið. Tað eru ymisk fyrilit, ið skulu takast í sambandi við tílíka bygging, og hetta vilja vit nú fáa greiðu á, sigur Jan Christiansen.
Byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum hevur viðgjørt málið, men kom ikki til nakra niðurstøðu. Málið skal eftir ætlan á skránna aftur á næsta fundi.
Gott skil
Tórshavnar kommuna hevur ferð eftir ferð verið frammi í fjølmiðlunum í sambandi við bygging og gloymdar samtyktir,
?Av tí, at mann hevur meira enn 150 byggimál um árið, og trýstið er størri enn í áttatiárunum, so hendir tað, at nakrir feilir verða gjørdir, sigur Jan Christiansen.
Og hann hevur fult álit á sínari umsiting og kveistrar allan iva til viks.
?Her er gott skil á, sigur Jan Christiansen.