30. januar í 1959 fórst stóra farma- og ferðamannaskipið hjá Kongliga Grønlendska Handlinum, Hans Hedtoft, við Kappan í Grønlandi. Umborð vóru 95 fólk og eingin teirra spurdist aftur.
Hetta var jomfrúferðin hjá hesum stórfingna skipi og eins og við Titanic slaka hálva øld framman undan roknaði eingin við, at vanlukkan kundi henda.
Tveir føroyingar vóru við. Ólavur Guðsjónsson, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Grønlandi. Hann var føddur í 1943. Hin var Richard Jacobsen úr Sandvík, sum var annar stýrmaður. Richard var føddur 7. februar í 1928. Var giftur við Emmy, eisini ættað úr Sandvík, og saman átti tey tvær døtur, Mariann, fødd í 1957 og Richa Beintu, fødd í 1958. Yngra dótturin var bert hálvt ára gomul, tá pápin fórst.
- Hon varð doypt Beinta 4. jan., sum Richard fór av stað 7. jan. Seinni broyttu við navn hennara til Richa Beinta, greiðir Emmy frá.
Emmy var 24 ára gomul, tá ið hon misti mannin og í 1963 varð hon gift upp aftur við Harry Johansen í Havn.
Hans Hedtoft, sum var 87 metrar til longdar, var útgjørt serliga til sigling í grønlendskum farvatni og var á tremur við nýtímans trygdarútgerð.
- Maður mín var við einum øðrum skipi hjá Grønlendska Handlinum, men var biðin um at koma umborð á Hans Hedtoft, tí har skuldi bert fólk við góðum pappírum og royndum umborð. Tað varð sagt, at skipið varð bygd so gott og sterkt, og tá kennir tú teg tryggari. Sjálvandi hugsar tú um vandan sum er á hasi farleiðini, pápi mín sigldi eisini har, og har var altíð so ringt veður. Men vit vita, at tað sum er gjørt av mannahondum ikki kann gerast so trygt, at tað kann klára seg ímóti slíkum ódnum sum eru har, sigur Emmy.
Leitaðu til fánýtis
Av teimum 95 fólkunum umborð taldi manningin 40 og ferðafólkini vóru 55 í tali. Harav vóru 19 kvinnur og seks børn. Skiparin var høgt virdi Poul L. Rasmussen, sum var ein royndur grøndslandsfari. Hvar skipið fórst er ongantíð uppklárað. Ein bjargingarkransur við navninum á skipinum varð seinni funnin við Ísland nógvar mánaðir seinni og hurðin á kahyttini hjá 2. stýrmanni varð funnin í Grønlandi.
- At uppliva eina so stóra vanlukku og sorg var ræðuligt, og tað er trupult at greiða frá. Vit bíðaðu og bíðaðu, og vónaðu alla tíðina, at skipið fór at spyrjast aftur. Reiðaríið setti seg skjótt í samband við øll avvarðandi. Hetta var jú fyrsti túrurin hjá skipinum, so eg kendi ongan annan umborð uttan eitt sindur til konu skiparan. Føroyski trolarin Fiskanes var á leiðini og royndi at leita, men uttan úrslit, sigur Emmy.
Í bókini Jól á Halanum, sum er endurminningar Hans Paula Johannesens, verður greitt frá leitingini. Hans Pauli, sum var skipari á Fiskanes, greiðir frá:
- Tá vit dagin eftir sóu tey skip, sum vóru komin at leita, visti eg, at posisjónin, ið Johannes Krüss hevði uppgivið fyri Hedtoft, mundi vera skeiv. Ísmeldingin, tann stutta løtan og siglingin úr Julianehåb suður á Kappan og skynsemið hjá Poul L. Rasmussen skipara øll borgaðu fyri, at hetta nógv umhildna skip var sokkið 20 fjórðingar frá okkum. Tað óhugnaliga var ikki illveðrið, sum líktist øllum øðrum illveðri, men ísurin, sum púra óvart byrgdi okkum inni. Hedtoft er komin í somu støðu sum vit, hevur roynt at venda út frá landi, suðureftir, men eitt ísfjall hevur sprett síðuna upp á honum sum ein skeribrennari eitt mjólkarblikk.
Tjóðin syrgdi
Í Danmark vórðu pengar savnaðir inn til tey, sum høvdu mist, og tað sum kom inn var sett í grunnin "Grønlandsfonden af 1959". Hesin er framvegis til og rindar til ymisk endamál.
- Eg minnist ikki rættiliga, hvussu nógvur peningur kom inn, men endamálið við honum var at geva børnunum, sum høvdu mist foreldur, pening til útbúgving. Vit kundu søkja um pening. Eldra gentan hjá mær fekk eitt sindur um mánaðin meðan hon las niðri, sigur Emmy.
Øll tann danska tjóðin stuðlaði innsavningini og tóku lut í stóru sorgini. Minningargudstænasta var í Sandvíkar kirkju 1. mars í 1959 fyri Richardi Jacobsen. Almenna syrgihátíðarhaldið, sum var eitt slag av eini jarðarferð uttan kistur, var í Holmens kirkju 18. februar, og Ingrid drotning og Fríðrikur kongur tóku lut. Helligånds kirkja í Keypmannahavn verður á 40 ára degnum fyri sorgarleikin - í dag - karmur um eina minnisgudstænastu.
Lagnan ókend
Tað er ongantíð vorðið greitt, hvat hendi stóra skipinum hjá Kongliga Grønlendska Handlinum. Rendi skipið á eitt ísfjall? Ella vóru álvarslig bygningsbrek í skipinum? Hvussu doyðu hesi neyðars fólkini? Hví kom eingin í bjargingarbátarnar?
Eftirtíðin hevur ikki gjørt nógv við at uppklára vanlukkuna. Politiskt var vanlukkan eitt viðkvæmt mál. Ráðharrin fyri Grønland mundi endað í einum ríkisrættarmáli, sum eftir øllum at døma hevði endað við, at stjórnin hevði verið noydd at farið frá. Hon varð spard, tí slíkar ferðir við Kappan vórðu ikki so sjáldsamar og vórðu neyðugar, tí skipini sigldu við neyðsynjarvørum til grønlendingar, ið búðu í útjaðarunum.
Seinni er komið fram, at Kongligi Grønlendski Handilin hevði fingið nógvar ávaringar um, hvussu vandamikið tað var at sigla í farvatninum við Kappan.
Tann 29. januar var skipið liðugt lastað í Julianehåb og kl. 21.15 lokala tíð setti tað kós ímóti Keypmannahavn. Um náttina sendi skipið fleiri ferðir boð um radio um veðrið, vind og posisjón. Og alt var sum tað skuldi vera.
Klokkan 13.56 sendi Hans Hedtoft fyrsta neyðarkallið og boðaði frá, at skipið hevði rent á eitt ísfjall og sjógvur streymaði inn. Flogfør vórðu send út at leita, men eingin fann nakra slóð.
Klokkan 18.06 fekk Prins Chr. Sund Radio veik signal frá einum eftir øllum at døma heilt róligum fjarritara. Tveir royndir fjarritarar týddu signalini sum eini boð til umheimin um, at alt nú var ov seint. "Hans Hedtoft søkkur".
Sjey dagar aftaná hildu skip og flogfør upp at leita. Hans Hedtoft varð skrásett sum gingið burtur, og tey 95 fólkini umborð sum deyð.