John Johannessen
Føroyar og Grønland eru partur av danska ríkinum. Tí eiga føroyingar og grønlendingar eisini at sleppa at atkvøða, um evran skal loysa krónuna av sum gjaldoyra.
Hetta heldur danski ES-tinglimurin, Jens-Peter Bonde úr Juni rørðsluni.
Jens-Peter Bonde sigur í viðmerking í Jyllands-Posten, at tað tykist ikki serliga fólkaræðisligt, at føroyingar og grønlendingar ikki eisini verða spurdir, um teir vilja hava evruna, tá bæði londini í miðlunum hava sagt seg vilja nýta evruna.
? Um Danmark sigur ja til at nýta evruna, skal danska krónan burtur. Men formliga hava vit møguleika fyri at varðveita krónuna sum gjaldoyra í Grønlandi og í Føroyum, sigur Jens-Peter Bonde.
Føroyskir politikarar hava eisini áður gjørt vart við, at føroyingar áttu at sloppið at atkvøtt um evruna. Men landsstýrið hevur í sambandi við fullveldissamráðingarnar gjørt greitt, at tað ynskir evruna sum gjaldoyra í Føroyum.
Danska fólkaatkvøðan um evruna verður 28. september.