Verkfall
?Vit kunnu ikki slaka meiri. Tí vóna vit, at arbeiðsgevararnir taka av okkara seinasta tilboðið.
Beint fyri døgverða í gjár hevði Ingeborg Vinther ikki heilt mist trúnna uppá, at tað skuldi fara at eydnast at finna eina semju við arbeiðsgevararnar, so at ein endi kundi fáast á verkfallinum.
Men hon leggur dent á, at tað eru ikki arbeiðarafeløgini í verkfalli, sum hava forða fyri at ein semja kundi fáast.
Upprunaliga kravdu vit at tímalønin skuldi hækka 12,60 krónur um árið í ár og tað sama næsta ár.
Síðani slakaðu vit niður í 8,24 krónur um árið og síðani aftur bæði niður í 7,00 krónur, 6,00 krónur og 5,00 krónur um árið.
? Og seinasta útspæl okkara er, at vit hava góðtikið, at tímalønin hækkar 4 krónur í ár og aftur 4 krónur næsta ár, men so skulu vit hava 0,5% afturat í eftirløn um árið, sum er minni enn 50 oyru afturat um tíman.
? Hinvegin hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag bert førkað seg frá kr. 2,00 krónum um árið upp í 3,70 krónur um árið.
? So kann ein og hvør roknað út, hvør hevur víst góðan vilja fyri at fáa semju og hvør ikki hevur, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at á einasta samráðingarfundinum var í veruleikanum ikki talan um samráðingar
? Tað, sum hendi, var, at arbeiðsgevararnir góvu arbeiðarafeløgunum eini kravboð. Og tað var, at lønin skuldi hækka minni enn 4 krónur um tíman í ár og aftur tað sama næsta ár, tá ið eftirlønin er tald uppí
Um Løgtingið leggur uppí, fara vit at heita á øll fakfeløg í landinum og limir okkara kring Føroya land, um at stuðla teimum tiltøkum, sum vit fara at seta í verk.
Ingeborg Vinther sigur, at arbeiðaragfeløgini hava longu slakað væl meiri niður um tað minstamark, sum fakfelagslimirnir frammanundan høvdu álagt samráðingarnevndini ikki at fara niðurum.
? Tað hava vit gjørt fyri at gera okkara til at fáa eina semju, men tíverri vilja arbeiðsgevararnir ikki førka seg so mikið, at tað ber til.
Ingeborg Vinther er eisini fullgreið yvir, at støðan er hættislig nógva staðni í samfelagnum.
?Men fólk eiga eisini at minnast til, at tað eru tveir partar, sum samráðast. Og skyldina fyri, at verkfallið ikki langt síðani er endað, liggur hjá arbeiðsgevarunum.
? Tað verður ofta lagt eftir arbeiðarafeløgunum sum um at tey eru einasti parturin í hesum málinum. Men tað eru tveir partar, sum samráðast og ábyrgdin liggur ikki hjá øðrum partin einsamøll, sigur Ingeborg Vinther.
Á miðdegi í gjár vóru sostatt framvegis ongi útlit fyri at longsta verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum síðani araldsdagar, kundi fáa ein enda.