? Vit eru komin fyri at læra um landið og fólkið

Herfyri vórðu umboð fyri oljufeløgini Shell og BP á vitjan í Føroyum. Fyrsta uppgáva teirra var at kunna seg við føroysk viðurskifti. Feløgini í næstum fara undir framleiðslu á Foinaven-feltinum



Tvey av heimsins størstu oljufeløgum, Shell og BP, eru nú av álvara farin at vísa Føroyum ans. Feløgini hava nú í nøkur ár arbeitt við tí føroyska økinum, men tað er ikki fyrr enn nú, at feløgini eru farin meira miðvíst til verka.

Bæði feløgini arbeiða saman vestan fyri Hetland og eru við í báðum teimum fyrstu oljufeltunum, sum byrja framleiðslu í næstum, nevniliga Foinaven og Schiehallion. Hesi feltini liggja skamt frá føroyska fiskimarkinum.

Herfyri gjørdu feløgini av, at Shell skal hava leiklutin sum operatørur á føroyskum øki. Frammanundan hevði BP hesa uppgávuna.

-Vit eru fegnir um samstarvið, og at Shell hevur operatøruppgávuna á føroyskum øki í sambandi við eitt 1. útbjóðingarumfar sigur Brian C. Mitchener, leitingarstjóri hjá BP fyri Atlantsmótið og Clair. Hann hevur júst vitjað í Føroyum saman við umboðum fyri Shell. Talan var um fleiri av oddafólkunum hjá BP og Shell, ið fyrst og fremst vóru komin til Føroya fyri at kunna seg við landið og fólkið her býr.


Útlendsk oljufólk á skúlabonki í Føroyum

Umboðsmaðurin hjá nýggja samtakinum í Føroyum er Hjarnar Djurhuus, stjóri í Shell. Hann hevði lagt skránna til rættis fyri vitj-anina. Har varð eitt sindur av hvørjum. Umframt at vitja úti um landið og hitta umboð fyri oljufyrisitingina varð skipað fyri fleiri fyrilestrum. Rólant í Skorini tosaði um søgu, mentan og mál, Halgir W. Poulsen greiddi frá Heimastýrislógini og undirgrundaravtaluni við danir, Jógvan Mørkøre tosaði um føroyskan politikk, Klaus Rasmussen um skattalóggávu og oljuskatt og Martin Heinesen, Herólvur Joensen og Karin Toftegaard tosaðu um oljulóggávuna, føroyskan ídnað, útbúgving í ídnaðinum og um komandi útbjóðingarumfarið.

-Vit eru komnir til Føroya fyri at hyggja, lurta og læra og fyri at skilja føroyska mentan, politikk og søgu - og ikki fyri at prædikka ella siga, hvussu tit eiga at gera sigur Gordon R. Taylor, geofysikkkari hjá Shell og við í bólkinum, sum arbeiðir við tí føroyska økinum.

Sjálvur er hann hugtikin av bæði náttúruni og fólkinum her og sigur, at teir hava fingið ómetaliga nógv burtur úr hesum fáu døgunum.

Hann sigur í sama viðfangi, at tá hugsað verður um viðkvæma og vakra umhvørvi her, so hava bæði Shell og BP sum fremsta prioritet at fara væl um umhvørvi - tá og um talan verður um leiting og seinni framleiðslu á føroyskum øki.

Sosialurin skilur, at tað er í sátt og semju, at BP og Shell hava gjørt av, at Shell skal vera operatørur í eini komandi útbjóðingarrundu á føroyska landgrunninum.

Samarbeiðsavtalan millum feløgini letur tá eisini møguleikan vera opnan fyri, at BP kann verða operatørur við eitt næsta umfar og somuleiðis, tá talan verður um at fara inn í Hvíta økið. Tann spurningurin verður tikin upp til ta tíð.


Drúgvar royndir á djúpum vatni

Tað er neyvan nøkur loyna, at júst BP og Shell teljast millum tey oljufeløgini í heiminum, sum hava flestu royndir á djúpum vatni. Tey eru undangongufeløgini vestan fyri Hetland og aðrastaðni í verðini, eitt nú í Mexikanska flógvanum.

Tað er við hesum drúgvu royndunum sum barlast, at tey nú seta kós móti tí djúpa vatninum á føroyskum øki eisini. Men Brian Mitchener frá BP er tó ikki bangin fyri at viðganga, at eisini onnur oljufeløg og samtøk, sum teir kappast við, eru komin langt við sínum kanningum á Atlantsmótinum og nevnir her serstakliga Statoilbólkin og Amerada Hess-bólkin.


Stórar avbjóðingar

Gordon Taylor frá Shell sigur, at føroyski landgrunnurin bjóðar uppá stórar tøkniligar avbjóðingar. Tað ber ikki til í dag at siga nakað við vissu um møguleikan at finna olju og gass. Fyri at kunna koma einum svari nærri hava feløgini útvegað sær nógv seismiskt tilfar, sum tey so tulka. Høvuðstrupulleikin hjá teimum eins og øðrum feløgum er at kunna síggja nóg væl niður gjøgnum tjúkku basaltfláirnar og royna Shell og BP eisini at brúka sín serstaka teknikk fyri at koma longur á hesum øki.

Enn eru tað ?very early days? sum Gordon Taylor málber seg. Men fyri at kunna vera við í eini fyrstu útbjóðingarrundu mugu teir eisini brúka nógvar kreftir til kanningarnar.

Brian Mithener frá BP sigur annars, at teir meta seg at vera á rættari kós í kanningararbeiðinum. -Eg kann bert siga, at vit høvdu ikki verið her, um vit ikki hildu møguleikar eru fyri, at olju- og gassberandi løgini eystan fyri halda fram móti Føroyum. Hann vísir annars á, at tað hevur stóran týdning fyri teir at kunna byggja upp eitt samstarv við føroyingar, ið byggir á kunnleika og sínamillum álit.


Loysið marknatrætu

Vit spurdu tey bæði umboðini fyri Shell og BP, hvørja ávirkan tey meta óloysta marknatrætan kann hava á eina komandi leiting við Føroyar!

Gordon Taylor, Shell: -Tað hevði verið gott, um marknatrætan varð loyst skjótt, so vit vistu, hvar vit standa.

Brian Mitchener, BP: -Øll feløgini, sum hava áhuga í hesum økinum, hava sett nógv fólk av til kanningarnar, og skulu tað so fara at ganga eini 5 ár við einum sakarmáli, so kann tað merkja, at kanningarnar verða lagdar á hyllina, og tað ynskja vit helst ikki. Vit vilja tvørturímóti sleppa at arbeiða víðari og frameftir.

Uppá fyrispurning um ikki ein óloyst marknatræta kann seinka ella heilt taka áhugan frá oljufeløgunum at gera stórar íløgur í møguligan infrastruktur, sum byggir á møguligar goymslur í øllum økinum tvs. bæði tí bretska, Hvíta økinum og komandi føroyskum øki sigur hann, at tað enn er óvist, hvør skipan fer at vera í økinum fyri bæði móttøku, framleiðslu og flutningi av olju og gassi. Her kann koma at vera alt frá føstum pallum til framleiðsluskip og víðari til rørskipanir á havbotninum (pipe-lines).

Hann viðgongur tó, at tess betri vitan teir hava um møguligar kolvetnisgoymslur í øllum økinum, tess lættari er at gera sær eina meining um, hvussu tú skal menna infrastrukturin í øllum økinum. Við øðrum orðum kann ein marknaósemja, sum leggur hald á stór øki við møguligum olju- og gassgoymslum, seta forðingar í vegin fyri, hvat slag av infrastrukturi ein ynskir at gera íløgur.

-Um so er, at tú nýtist at hava størri goymslur fyri at kunna forsvara bygging av infrastrukturi, og har hvørki Hvíta økið ella føroyska økið eru við, so kann tað vera ein forðing, at marknatrætan ikki er loyst sigur Brian C. Mitchener.

Gordon Taylor frá Shell heldur annars, at uttan mun til um tíðarætlanin við 1. útbjóðing heldur ella ikki, so verður neyvan talan um at bora fyrr enn eftir ár 2000. Neyðugt verður við fleiri seismiskum kanningum, áðrenn ein kann fara undir veruliga boring.


Byrja vestan fyri Hetland skjótt

BP og Shell eru við í báðum feltunum vestan fyri Hetland, sum eru undir útbygging. Foinaven-feltið, har BP er operatørur, er seinkað meira enn eitt ár. Fyrsta oljan kemur tó upp í hesum árinum. Teir hava havt nógv fleiri trupulleikar enn roknað varð við eitt nú við tí harða streyminum, sum er í økinum. Hetta hava teir nú fingið bilbukt við. Schiehallion, sum Shell er operatørur fyri, fer undir framleiðslu miðskeiðis í 98. Har gongur alt sum ætlað.

Eitt annað áhugavert felt er Suilven, sum liggur nærhendis Foinaven og Schiehallion, men longur út móti Hvíta økinum. Hetta feltið gongur út í Hvíta økið, og gjørdi bretska stjórnin tí herfyri av at designera ein part av Hvíta økinum og er ætlanin, at fleiri blokkar har verða bodnir út í oktober mánað. Freistin at bjóða uppá blokkarnar er úti 3. okt. Umframt BP og Shell eru eisini fleiri onnur oljufeløg, sum helst vilja hava hesar nýggju blokkarnar. Eitt teirra er Total, sum hevur fleiri av lisensunum nærhendis.


Conival møguliga fram í ljósið skjótt

Vit spurdu Brian Mitchener, nær BP fer at koma við upplýsingum um eitt annað felt teir hava funnið og sum er ?tight hole?, nevniliga Conival, sum eisini liggur heilt tætt upp at Hvíta økinum!

-Vit hava tosað um at sleppa upplýsingum út um Conival, men hava ikki avgjørt nær.

-Er nakað í tíðindunum um, at tit hava funnið eina stóra kolvetnisgoymslu, ið heldur fram inn á tað Hvíta økið?

-Eg kann bert siga til tað, at møguleikin fyri, at ein goymsla heldur fram inn á eitt annað øki, í hesum førinum Hvíta økið, sjálvandi altíð er til steðar.

Sosialurin skilur annars, at BP og Shell fara at leggja stóra orku í fyrireikingarnar til tað fyrsta útbjóðingarumfarið á føroyskum øki. Í hesum sambandi hevur Shell júst fingið eitt forkanningarloyvi á føroyskum øki. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa at vita, hvat slag av kanningum hetta loyvið snýr seg um.



-