Vit eru væl á veg til at verða grøn

Nú ræður um at halda fast

Føroyar eru væl á veg til at verða grønar.

Tað staðfestir Jarðfeingi, nú tey gera støðuna upp við ársskiftið, og tað er tann grøna orkan, tey sipa til.

- Føroyar eru komnar væl í gongd at broyta orkumynstrið móti varandi orkukeldum. Men enn eru nógv mál eftir at røkka og tí er umráðandi at halda fast um góðu gongdina, sigur Jarðfeingi.

 

Almenni orkupolitikkurin leggur upp til, at oljunýtslan skal minka minst 20% um árið tey næstu árini. Tað svarar til eini 45.000 tons av olju um árið.

 

- Ein gongd er byrjað, har upphiting av húsum verður flutt frá oljufýrum til ymiskt slag av hitapumpum og fjarhita. Eisini lættari ferðsla á landi kann leggjast um til elbilar, men hinvegin er tað torførari at finna loysnir, so sleppast kann undan olju í ferðsluni á sjógvi og á fiskiskipum. 

 

Jarðdeingi sigur, at síðani vindmyllurnar í Húsahaga vórðu settar til, gevur vindorka summar dagar helmingin av elorkuni.

 

Men ein gongd leið er at goyma orkuna úr vindinum og ein sjálvsagdur møguleiki er at brúka vindorku, sum er til avlops, til at pumpa vatn upp í hæddirnar.

- Í Suðuroy kann ein pumpuskipan við Miðvatn og Ryskivatn geva líka nógva orku sum myllulundin í Húsahaga og ein tílík skipan hevði spart Vágsverkinum góð 6.000 tons av olju um árið.

 

- Vøtnini omanfyri Vestmanna eru nógvar ferðir størri og geva sostat tilsvarandi meiri orku

- Slíkar vindpumpuskipanir gera , at nógv meira vindorka kann fáast til høldar, og at meira vatnorka verður tøk, sigur jarðfeingi, sum eisini mælir til at byggja hægri byrgingar fyri at fáa størri vatngoymslur.

 - Á Mýrunum í Vestmanna kann goymslan tvífaldast við at hækka byrgingina einar fimm metrar og hon kann tíggjufaldast við at gera eina 20 m hægri byrging.

 

Verður goymslan á Mýrunum tvífaldað, gevur hetta møguleika fyri fleiri samanhangandi døgum við vatnorku heldur enn oljunýtslu, hóast turkur er. Verða vatnorkugoymslurnar fleirfaldaðar, kann vatnorkan eisini nøkta størri part av elorkuni um summarið. 

 

jarðdeingimælir eisini til at kanna, hvussu sólorka kann mennast í Føroyum

- Við prísinum, sum nú er á sólsellum og olju, er sólorka longu nú nærum kappingarfør við oljuna, sigur jarðfeingi. 

Tey halda eisini at við teimum avmarkaðu vegalongdunum, vit hava í Føroyum, kann nógv av lættari ferðsluni á landi leggjast um til elbilar hesi næstu árini.