Hetta sigur 17 ára gamla Miðvágsgentan Guðrið Johansen, sum saman við tveimun øðrum føroyskum gentum, Duritu Høgnesen, 17 ár, úr Vestmanna og Herfríð Niclasen, 17 ár, Miðvági hevur gingið á Linieskolen í Hadsten í Jyllandi.Skúlin er ein húsarhaldsskúli við plássi til 60 næmingar.
Næmingarnir búgva á skúlanum og seta sjálvir skemaið saman. Føroysku genturnar hava m.a havt psygologi, fríluftslív, seyming, matgerð, barnalæru og tónleik.
Áðrenn tær fóru heim, settu vit teimum stevnu á kamarinum hjá Duritu. Tá vit koma, eru tær allar komnar, og skúlastjórin er eisini komin eftir áheitan okkara.
? Tað hevur verið ógvuliga læruríkt at hava havt onnur fak enn tey, vit høvdu í fólkaskúlanum, sigur Durita.
? Serliga tá ein sjálvur hevur valt tey, so er áhugin serliga stórur.
Eru meira sjálvbjargnar
Guðrið, Durita og Herfríð eru ikki bara vorðnar fakliga betri hesa tíðina.
Tær halda sjálvar, at tær eru vorðnar meira sjálvbjargnar við at hava verið heimanífrá í longri tíð.
? Tá ein er í Danmark, kann ein ikki bara rópa á babba ella mammu, tá trupulleikar stinga seg upp. Vit eru noyddar at klára okkum sjálvar, sigur Durita, sum, hóast langt vekk, hevur havt gott samband við familjuna heima við at brúka fríu teldurnar á skúlanum til at senda mail við. Treyðugt so er telefonin eins og sms eisini brúkt.
Inn ímillum hava tær tríggjar genturnar staðið fyri stórum avbjóðingum, so viðhvørt hevur tað verið stórur saknur í familjuni, men læruríkt hevur tað verið. »Tað gongur ikki long tíð innan ein finnur út av, at ein saktans kann klára seg sjálvan, og torir at royna nakað, ein helt seg vera ósikran í«, sigur Guðrið, og tekur sum eitt dømi, at tær ikki fyrr høvdu ferðast við toki, og hildu tað fara at verða torført, men hetta er nú ógvuliga nemt, tá ein hevur roynt tað nakrar ferðir.
Eftir ynski frá gentunum sjálvum, hava tær ikki búð saman á skúlanum, og hava tí haft danskar gentur til búfelaga.
At vera saman við øðrum 24 tímar um døgnið hevur ikki bara gjørt tær klókari uppá seg sjálvar, men eisini uppá onnur.
»Tað kunnu vit brúka til so nógv í framtíðini«, sigur Guðrið eitt sindur erpin.
»Tá ein velur nýtt fak, roynir ein eisini eina nýggja síðu av sær sjálvari, og finnur út av, um tað er nakað, ein kann brúka fram eftir skoytir«, Guðrið uppí.
Danir tosa nógv
Danir eru ógvuliga líkir føroyingum, men har eru tó munir.
»Teir tosa opið um trupulleikar í familjuni, um forelskilsi og sexlív«, siga tær samdar. Hesar vanar taka føroysku genturnar helst ikki við sær heim, siga tær allar við ein munn.
Harafturímóti er ferðaskjáttan fylt við góðum upplivingum, sum tær goyma fyri lívstíð.
Í millum upplivingarnar eru vikuskiftini, har tær vóru til konsert hjá heimskenda bólkinum Smokie, staðið á skoytum í eini skoytihøll, og ikki minst skotið við lasarapistól, og nógvar biograftúrar, har skúlin hevur goldið.
Men, tað allar besta er hent á skúlanum
»Vit hava fingið nógvar nýggjar vinir, sum vit vóna at hava samband við í framtíðini«, sigur Herfríð.
Guðrið skoytir flennandi uppí
»Og alt tað, vit hava lært, hava vit við okkum restina av lívinum. Vit eru vorðnar eitt sindur meira sjálvbjargnar, og tað kunnu vit brúka alla tíðina«, eru tær samdar um.
Føroyingar vælkomnir
Finn Wehner, skúlastjóri á Linieskúlanum, sum hevur lurtað eftir, meðan tær hava sagt frá, er meira enn vælnøgdur við at hava føroyingar á skúlanum og vil hann fegin, at fleiri leggja leiðina til Hadsten.
Finn Wehner skoytir uppí at føroyingar fella fínt inn í mátan, Linieskúlin skipar seg uppá. Bæði danskir og føroyskir næmingar fáa gleði av at vera so tætt at hvørjum øðrum.
»Tað skapar gróðrarbotn fyri nógvum spurningum, so sum »Hví gera tit so?« Í gjøgnum svørini fáa næmingarnir eina skilligari mynd av bakgrundini hjá hvørjum øðrum.«
Hann vil fegin vera við at styrkja tann nordiska felagsskapin. Danmark og Føroyar hava jú eitt søguligt tilknýti, sum er rætt at menna og halda fast við, meinar hann.
Finn Wehner heldur fram og sigur at, vit tosa sama mál og eru ein partur av søguni hjá hvørjum øðrum. Í hesum døgum tá fleiri tunlar eru skotnir í gjøgnum í Føroyum, so vilja vit her á Linieskúlanum heldur enn fegin grava ein lítlan tunnil í millum Føroyar og Danmark, soleiðis myndaliga sæð.
Vitja Føroyar
Finn Wehner vil her til seinast líka siga frá, at tann 13. til 16. januar vitja tveir lærarar frá skúlanum Føroyar.
Saman við teimum trimum Herfríð, Duritu og Guðrið fara tey at vitja skúlar ymsastaðni runt.
Fyrst í desember vórðu skriv send út til allar framhaldskúlar í Føroyum, og eru avtalur gjørdar við fleiri skúlar, men enn er pláss, um aðrir skúlar eisini hava áhuga, sigur skúlastjórin Finn Wehner.
Meiningin er, at lærararnir skulu greiða frá teimum praktisku viðuskiftunum, meðan genturnar skulu greiða frá teirra upplivingum, og hvørji viðurskifti nýggir næmingar eiga at vanda sær um, tá teir fara út í heim á skúla.
Samrøðan er at enda komin, og Finn Wehner kann longu nú boða frá, at tríggir aðrir føroyingar byrja eftir nýggjár á Linieskúlanum. Inni á kamarinum, her vit sita, sæst tíðiliga, at her er onkur á veg heim, tí taskurnar eru pakkaðar og plakatirnar tiknar niður av veggum - og tær siga allar við ein munn, at hetta er tað keðiligasta av øllum.
Fakta um Linieskolen
Skúlin er ein húsarhaldsskúli, ið hevur røtur í há-skúlamentanini. Endamálið við allari undirvísingini er, at geva næmingunum eina persónliga menning í felagsskapi við onnur ung. Skúlin varð grundlagdur í 1923 og bar tá navnið Hadsten Húsarhaldsskúli.
Næmingarnir seta sjálvir dagsskránna við at velja fak:
Reyð linja er um kropp, ítrótt, sunnan mat, og psykologi.
Blá linja er um design og seyming.
Grøn Linja er um náttúru, grøna umhvørvið og samfelag.
Gula linjan er um mat, motión, og móta.
Kontakt: Heimasíðan hjá skúlanum er www.linieskolen.dk
Lærari: Jette Bøcher & Finn Wehner á telefon 004586980145
Í Føroyum Durita Høgnesen telefon 424040