Fuglafjørður hevur uppliva eina øvugta gongd tey seinastu árini. Í øllum førum, tá ið hugsað verður um støðuna, sum bygdin og nú eisini býurin hevur havt í Eysturoynni. Frá at hava verið størsta plássið og partvís eisini miðdepulin í oynni, hevur býurin tapt í kappingini við Runavíkar kommunu.
Tá ið fleiri av landsumsitingunum og aðrar almennar tænastur vórðu fluttar úr Fuglafirði til Runavík, minkaði eisini annað virksemi, eitt nú handilsvirksemi. Og síðani flakavirkið steðgaði er eisini nógv annað farið.
Í hesum árinum er einasta bensinsølan í býnum latin aftur, og nú seinasta vikuskifti fór eisini klædnahandilin Feðgar til Runvíkar.
Hóast tað kann síggja nakað myrkt út, sita Hallbjørg og restin av kommunustýrislimunum ikki hendur í favn.
Fólk hava ofta sagt við meg, at Fuglafjørður er ein blindtarmur. Hyggja vit bara eftir vegnum, so er býurin ein endastøð. Men á annan hátt er býurin als ikki nakar blindtarmur. Virksemið er rættiliga nógv og ymiskt, og ikki minst frítíðarvirksemi er fjøllbroytt, eitt nú, tá ið vit hugsa um ítrótt, sang, tónleik og mentunartiltøk.
Gjalda 3,3 milliónir
í eykaavdrøgum
Býráðsformaðurin, Hallbjørg Hansen eisini á, at sjálvt um kommunan er tyngd av stórari skuldarbyrði, so meta tey tað verða neyðugt eisini at gera íløgur fyri at fáa meir virksemi í gongd aftur.
Virksemi má vaksa aftur. Tí mugu vit eisini gera nakað av íløgum. Tá meir vinnuligt virksemi er á staðnum verða skattainntøkurnar eisini hægri, og vit klára at gjalda niður uppá kommunuskuldina.
Fuglafjarðar kommuna hevur eina nettoskuld uppá 47 milliónir. Hetta svarar til umleið tvær til hálvatriðju ferð álíkningina. Komunan hevur valt at gjalda nógv niður uppá kommunuskuldina við eykaavdrøgum. Í ár verða eftir ætlan goldnar 3,3 milliónir krónur.
Við endan av ár 2.000 skulu avtalur aftur gerast við lánistovnarnar um skuldina. Best er, um vit klára at gjalda so nógv niður uppá skuldina sum møguligt, áðrenn. Sum gongdin er nú, og um hon fer at halda fram, haldi eg, at vit fara at koma niður á tvær álíkningar. Kommunan skuldi síðan klára at goldið skuldina uppá eini tíggju til fimtan ár.
Havnaútbygging
Havnaútbygging er ein av stóru íløgunum hjá kommununi. Í løtuni verður arbeitt við at útbyggja havnina og at planera økið niðanfyri Pelagos. Hetta er ein verkætlan uppá umleið seks milliónir, harav landið rindar helvtina. Kommunan rindar hetta yvir raksturin. Ætlanin var tó at taka eina millón í lán, men av tí at skatainntøkan til kommununa er hægri enn mett, verður helst ikki neyðugt at taka lán.
Annað byggistig í hesi verkætlanini er at gera eina djúpvatnskai sunnanfyri Nótavirkið og niðanfyri frystitunlarnar. Hetta arbeiði byrjar eftir ætlan næsta ár og er tað eisini eitt prosjekt uppá umleið seks milliónir.
Øll útbyggingin skal skapa møguleikar og betri karmar fyri virkseminum á havnaøkinum.
Triði frystitunnulin ikki leigaður
Frystitunlarnir er ein onnur íløga, sum komunan hevur gjørt. Henda íløgan er uppá 13 milliónir. Tunnlarnir eru tríggir í tali, og fastur leigisáttmáli er í samband við tveir av teimum. Bergfrost leigar annan, meðan Havsbrún leigar hin og nýtir hann til goymslu. Leiguinntøkurnar skulu yvir tíggju ár dekka íløgurnar til hesar báðar tunlarnar. Kommununi hevur ikki enn eydnast at leiga tann triðja tunnulin út, men arbeitt verður við málinum. Í løtuni nýtir Havsbrún hann til goymslu.
Eldrasambýli
Fuglafjarðar kommuna byggir eisini í løtuni eitt eldrasambýli omanfyri barnagarðin. Grundin er liðug, og ein av fyrstu døgunum verður dekk lagt á. Ætlanin hjá kommununi er, at heimið skal vera klárt 1. apríl næsta ár. Pláss verða fyri nýggju fólkum á heiminum, harav tvey pláss verða til umlætting.
Hallbjørg sigur, at hjá kommununi arbeiða bæði verkfrøðingar, handverkarar og onnur fakfólk, og hevur kommunan tí valt ikki at bjóða arbeiðið út, men ístaðin ger fólkið í kommununi arbeiðið. Eldrasambýli fer at kosta millum tvær og hálvatriðju millión.
Gongur rætta vegin
At virksemi í Fuglafirði er á veg uppeftir, er ikki bara nakað, sum kommunan vónar fer at henda. Longu nú vísa bæði tøl og hagtøl at soleiðis er.
Tað gongur tann rætta vegin, sjálvt um tað ikki gongur so ógvuliga skjótt. Fólkatalið er spakuliga á veg uppeftir, arbeiðsloysi er á veg niðureftir, og skattainntøkurnar hjá kommununi eru hægri enn væntað.
Tá ið fólkatalið var mest vóru út móti 1700 íbúgvar í kommununi. Tey ringastu árini lá tað um 1400, men 1. jaunar í ár varð tað komið uppá 1461. Munurin sást eina týðiligast í skúlanum. Frá at vera 430 fyrst í nítiárunum, kom tað heilt niður í 280.
Arbeiðsloysi gjørdist eisini stórt í Fuglafirði, tá ið størsta arbeiðsplássið í Fuglafirði, flakavirkið, lat aftur. Tað er tó komið nakað niðuraftur, men er tó meir enn dupult so høgt í mun til miðaltalið fyri arbeiðsloysi í Føroyum. Nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya, sum til ber at fáa fatur í (november 1997) vísa eitt arbeiðsloysi uppá 9,9 prosent í Fuglafjarðar kommunu í mun til 4,4 prosent í miðal fyri alt landið. Kvinnurnar umboða tann stórra bólkin av arbeiðsleysum - eisini í Fuglafjarðar kommunu.