Omanfyri á síðuni greiðir motorsúkkluførari frá, at hann saman við einum øðrum varð av løgreglubili kroystur av vegnum týsdagin seinnapart í eini politijagstran eftir einum øðrum motorsúkkluførara.
Av løgreglustøðini sigur vakthavandi, at tey í rapportini hava somu útgávu av tilburðinum, men hinvegin verður av politistøðini sagt, at førarin í politibilinum gjørdi sína skyldu, tá hann helt, at annar av motorsúkkluførarunum møguliga var hann, løgreglan jagstraði.
- Tað hevði ikki verið rætt at latið hesar sloppið framvið, um møguleiki var fyri, at annar av hesum var tann, vit jagstraðu, sigur vakthavandi.
Ikki rættarmál
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at nakað rættarmál neyvan stendst av hesum tilburðinum, hóast báðir motorsúkkluførararnir hava meldað, men hetta er so ein sak, sum løgfrøðingarnir nú skulu gjøgnumganga og síðani meta um, eftir at ferðsluóhappsrapport er skrivað.
- Men eg kann ikki ímynda mær, at nakað rættarmál stendst av hesum, hóast sakin verður viðgjørd, sigur løgreglan.
Ábyrgdarfull løgregla
Spurd, um talan var um ábyrgdarfullan atburð hjá løgregluni á vegunum í Suðurstreymoy týsdagin, tá ein motorsúkkluførari við máldari ferð á 193 km/t varð jagstraður og fangaður, meðan tveir aðrir vórðu kroystir av vegnum, er løgreglan greið.
- Løgreglan koyrdi týsdagin ikki eins skjótt og jagstraða motorsúkklan, og orsøkin til, at maðurin varð tikin við Mjáuvøtn var, at motorsúkkla hansara brendi saman, greiðir vakthavandi frá. Um hetta ikki hevði hent, høvdu løgreglubilarnir ikki vunnið fram á motorsúkkluna, sigur løgreglan.
- Førarar okkara koyrdu ikki eins skjótt og motorsúkklan, og vit høvdu helst latið motorsúkkluna farið, um hon ikki varð brend saman, sigur vakthavandi. Lagt verður afturat, at løgreglan bert metti seg gera sína skyldu týsdagin, og at politibilarnir ikki koyra skjótari, enn trygt og ábyrgdarfult er, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
- Men sjálvandi skulu vit koyra aftaná og royna at taka slík, sum koyra so skjótt, uttan at vit seta onnur í vanda, sigur løgreglan greið.